U17-kvinnur: Mistu á stokkinum

Føroyar spældu í morgun javnleik 23-23 móti Grikkalandi, eftir hálvleiksstøðuna 11-9 til Grikkaland.

Sigurin lá til føroyska liðið seinastu løtuna. Tá 4 minuttir restaðu, vóru okkara á odda 23-20, men gjørdu ov nógv mistøk seinastu løtuna, tá Grikkaland kom fram verja og fingu trý skjót mál.

Føroyska liðið spældi ikki sín besta dyst og kom spælið ongantíð rættiliga upp at koyra. Okkara gjørdu alt ov nógv mistøk og brendu sera nógvar møguleikar. Føroyska liðið var frammanfyri fyrstu 10 minuttirnar, men annars aftanfyri tað mesta av dystinum og ikki fyrr enn 10 minuttir restaðu fóru okkara fram um aftur. Føroyska liðið kempaði væl, hóast tingini ikki riggaðu eftir vild í dag, men hepni var ikki við okkum við dystarlok.

Hósdagin skal føroyska liðið spæla um 2. pláss í bólkinum, sum gevur pláss í hálvfinaluni. Dysturin móti Ukraina byrjar kl. 09.00 føroyska tíð.

Maria Pálsdóttir Nólsoy var vald til dagsins leikara í dystinum.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Maria Pálsdóttir Nólsoy 6
Jana Mittún 5
Elsa Egholm 4
Vár Bentsdóttir Zachariasen 3
Elsa Holm Jacobsen 2
Brynhild Pálsdóttir 1
Natasja Hammer 1
Lea Mortansdóttir Mørk 1

Úrslit og støður í kappingini síggjast her:
http://eurohandball.com/ech/01-02/17/women/2019/round/1/Championship+-+GEO

Myndir, stroyming o.a. sæst her:
https://w17ehf.geohandball.ge/

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni