HSF og Magn hava longt sáttmálan

HSF og Magn, sum hevur verið ein av trúgvu stórstuðlunum hjá HSF seinastu árini, hava longt samstarvssáttmálan í tvey ár.

Magn er ein av stuðlunum, sum hevur verið við frá byrjan, tá HSF fór at seta sær hægri ítróttarlig mál og hevur Magn serliga verið sjónskt í ungdómsarbeiðinum hjá HSF, har teir m.a. hava stuðlað leikaramenningini hjá HSF.

– Tað er serliga ungdómsarbeiðið í hondbóltinum, sum vit hava hildið verið áhugavert og hava vit longu sæð fleiri framúr góð úrstlit og verður tað spennandi at fylgja leikarunum nú teir vaksa til, sigur Áki Vang Poulsen, marknaðarstjóri hjá Magn.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, fegnast um sáttmálan. – Tað er sera týdningarmikið við góðum stuðlum og serliga yvir longri tíðarskeið, har møguleikin veruliga er at uppbyggja góð samstørv. Hetta hava vit saman við Magn.

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni