Aðalfundur 2023

Hondbóltssambandið boðar við hesum frá, at árligi aðalfundurin verður sunnudagin 11. juni klokkan 13.00 í skúlanum í Vestmanna.

Víst verður til viðtøkurnar: https://hsf.fo/hsf/vidtokur/

U17-landsliðið úttikið

12. november 2026

U17-landsliðið, sum skal kappast á heimavølli Við Tjarnir vikuskiftið 27. – 29. november, er nú úttikið. Talan er um EM-undankappingarbólk, har Ísland, Ísrael, Turkaland og Føroyar kappingast um tvey pláss í EM-endaspælinum í summar.

European Cup heldur fram

10. november 2026

Tað eydnaðist tíverri ikki VÍF at koppa sterku slovakisku HK Slovan Dusla Sala á útivølli í vikuskiftinum. Slovakiska liðið vann 65-50 tilsamans, og eru VÍF harvið úti úr kappingini. European Cup hondbólturin heldur tó fram við neistakvinnum og H71 komandi vikuskiftið.

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Ein loysn frá Sendistovuni