Mikudagin, 17. mai, kl. 12.00, koma føroysku EM-atgongumerkini til sølu

Ætlar tú til Berlin í januar 2024 at síggja Føroyar í EM-endaspælinum fyri menn, og vilt tú tryggja tær sess saman við føroyingunum í Mercedes-Benz arena?

Mikudagin, 17. mai, kl. 12.00, koma pakka-atgongumerkini tillutaði HSF til sølu. Í fyrstu atløgu er bert møguligt at keypa pakka-atgongumerki. Hetta merkir atgongd til allar dystirnar í bólkinum hjá Føroyum. Dagsatgongumerki koma fyrst til sølu 31. mai.

Dystirnir í bólkinum hjá hjá Føroyum liggja soleiðis:
Hósdagin 11. januar: Slovenia – Føroyar og Noreg – Pólland
Leygardagin 13. januar: Føroyar – Noreg og Pólland – Slovenia
Mánadagin 15. januar: Pólland – Føroyar og Slovenia – Noreg

Mikudagin, 17. mai, kl. 12.00, verður leinkja løgd út á heimasíðuna og facebook hjá Hondbóltssambandinum saman við einari kotu. Við at trýsta á leinkjuna og hareftir kotuna, fæst atgongd til setrini, sum eru løgd av til føroysku áskoðararnar. Til ber í mesta lagi at keypa 10 atgongumerki á gangin. Talan er um atgongumerki í sektión 218 (purpur), 219 (gul), 406 (blá), 407 (blá) og  408 (reyð). Hartil sita føroyingar eisini í sektión 104, 201, 217, og 220. Hesi seinnu eru atgongumerki, sum eru farin til ferðaskrivstovur o.o.

HSF hevur arbeitt fyri at tryggja føroyingum so nógv atgongumerki sum gjørligt, og eru omanfyri 2.200 atgongumerki tryggjaði føroyingum.

Hava tit ivamál viðvíkjandi atgongumerkjum, kunnu tit venda tykkum til HSF, Hans Jón Thomsen, hansjon@hsf.fo, tlf. 783300 ella Hallur Danielsen, hallur@hsf.fo, tlf. 231982.

Atgongumerkjasøla Føroyar – Kosovo

28. september 2026

Mánadagin 5. oktober 2026 kl. 10.00 koma atgongumerkini til fyrsta dystin í EM undankappingini hjá monnum millum Føroyar og Kosovo til sølu. Dysturin verður mikudagin 4. november 2026 kl. 19.00 Við Tjarnir. Sølan verður á tjarnir.fo.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

Ein loysn frá Sendistovuni