Keypið EM atgongumerki her

Nú fáast atgongumerkjapakkar til EM-dystirnar hjá Føroyum til keyps.

Fyri at sita saman við føroyingunum, skulu tit keypa ígjøgnum hesa leinkjuna og síðani skriva koduna EURO-FAR í ávísta teigin. Hareftir kunnu tit klikkja á tey sitiplássini, sum tit ynskja at keypa.

MEN’S EHF EURO 2024 (eventim.de)

Møguleiki er at at keypa í mesta lagi 10 atgongumerki í senn. Børn 0-4 ár sleppa gratis inn, men fáa ikki eitt setur og mugu tískil sita í fanginum hjá avvarandi. Møguleiki er fyri at fáa avsláttur til lesandi, familjur og børn 5-12 ár, men er hetta bert galdandi fyri ovaru sektiónina, tvs. bólkarnir sum eita 406, 407, 408 o.s.fr.

Talan er um atgongumerki, sum eru til allar tríggjar dystirnar hjá Føroyum í bólkaspælinum, umframt hin dystin í bólkinum á sama dystardegi.

Talan er um atgongumerki í 5 ymiskum flokkum:
Nr. 218, flokkur 1 (purpulitt), prísur 255 euro + avgreiðslugjald
Nr. 219, flokkur 2 (gult), prísur 185 euro + avgreiðslugjald
Nr. 406 og 407, flokkur 3 (blátt), prísur 129 euro + avgreiðslugjald
Nr. 408, flokkur 4 (myrkareytt), prísur 83 euro + avgreiðslugjald
Nr. 408, flokkur 5 (reytt), prísur 55 euro + avgreiðslugjald

U17-landsliðið úttikið

12. november 2026

U17-landsliðið, sum skal kappast á heimavølli Við Tjarnir vikuskiftið 27. – 29. november, er nú úttikið. Talan er um EM-undankappingarbólk, har Ísland, Ísrael, Turkaland og Føroyar kappingast um tvey pláss í EM-endaspælinum í summar.

European Cup heldur fram

10. november 2026

Tað eydnaðist tíverri ikki VÍF at koppa sterku slovakisku HK Slovan Dusla Sala á útivølli í vikuskiftinum. Slovakiska liðið vann 65-50 tilsamans, og eru VÍF harvið úti úr kappingini. European Cup hondbólturin heldur tó fram við neistakvinnum og H71 komandi vikuskiftið.

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Ein loysn frá Sendistovuni