H71-menn føroyameistarar 2023

H71-menn tryggjaðu sær í kvøld FM-heitið 2023 eftir fjórðu finaluna móti VÍF. H71 kunnu nú rópa seg føroyameistarar og greipuvinnarar 2023, bæði hjá monnum og kvinnum.

Dysturin í kvøld var leingi tættur og spennandi, men vóru tað hoyvíkingar, sum vóru betri seinastu 15 minuttirnar og vunnu 25-21, eftir 13-12 í hálvleikinum. Teir hava harvið vunnið tríggjar finalur, meðan VÍF vann eina. Úrslitini vóru hesi:
06.05.23 VÍF – H71 30-26
10.05.23 H71 – VÍF 28-21
13.05.23 VÍF – H71 28-31
17.05.23 H71 – VÍF 25-21

Í februar Faxe Kondi steypakappingina og nú eisini føroyameistaraheitið. H71 menn blivu nummar tvey í grundspælinum, 7 stig aftanfyri VÍF, men vóru stinnari nú í finalustríðnum. Eitt flott kappingarár hjá hoyvíkingum!

Hjartaliga tillukku H71!

U17-landsliðið úttikið

12. november 2026

U17-landsliðið, sum skal kappast á heimavølli Við Tjarnir vikuskiftið 27. – 29. november, er nú úttikið. Talan er um EM-undankappingarbólk, har Ísland, Ísrael, Turkaland og Føroyar kappingast um tvey pláss í EM-endaspælinum í summar.

European Cup heldur fram

10. november 2026

Tað eydnaðist tíverri ikki VÍF at koppa sterku slovakisku HK Slovan Dusla Sala á útivølli í vikuskiftinum. Slovakiska liðið vann 65-50 tilsamans, og eru VÍF harvið úti úr kappingini. European Cup hondbólturin heldur tó fram við neistakvinnum og H71 komandi vikuskiftið.

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Ein loysn frá Sendistovuni