Atgongumerki til Faxe Kondi finalurnar

Atgongumerki til Faxe Kondi finalurnar fáast nú til keyps. Atgongumerkini fáast til keyps á atgongumerki.fo.

Møguleiki er at keypa fimm ymisk atgongumerki. Til fríggjakvøld, leygardag barnafinalur, leygardag kvinnur og menn, og sunnudag. Eisini ber til at keypa eitt vikuskiftispass. Steypafinalurnar verða vikuskiftið 16. – 18. februar í Høllini á Hálsi og sær leiksskráin soleiðis út:

Fríggjadagin 16. februar:
18.30 – Gentur 16
20.00 – Dreingir 16

Leygardagin 17. februar:
09.00 – Gentur 10B
09.40 – Dreingir 10B
10.20 – Gentur 12B
11.15 – Dreingir 12B
12.10 – Gentur 10A
12.50 – Dreingir 10A
13.30 – Gentur 12A
14.20 – Dreingir 12A
16.30 – Kvinnur
19.00 – Menn

Sunnudagin 18. februar
12.50 – Eydnudeildin
13.30 – Gentur 14B
14.30 – Dreingir 14B
15.30 – Gentur 14A
16.30 – Dreingir 14A
17.30 – Gentur 18
19.00 – Dreingir 18

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Faxe Kondi kappingin byrjar í dag

6. oktober 2026

Fyrsti dysturin í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verður leiktur í kvøld kl. 20.30 í Hoyvíkshøllini, har H71 2 møta Neistanum 2. Dysturin kann eisini stroymast á Portal Play.

Ein loysn frá Sendistovuni