Atgongumerkjasøla til EM-dystir

Stórur áhugi er fyri EM-dystunum hjá Føroyum í januar í Týsklandi, og fær Hondbóltssamband Føroya nógvar fyrispurningar um, hvussu atgongumerkjasølan gongur fyri seg.

Til dystirnar hjá Føroyum eru áleið 1000 atgongumerki tryggjað føroyskum áskoðarunum, har hesir sita saman. Hesi atgongumerki koma eftir ætlan til sølu, tá vit í Hondbóltssambandinum hava fingið neyðugu kunningina frá EHF. Vit koma at kunna um hesi viðurskifti í góðari tíð á heimasíðu okkara.

Atgongumerki út yvir hesi fara í fría sølu á kappingarheimasíðuni á heretoplay.com

Í fyrstu atløgu koma bert pakkaatgongumerki til sølu, t.v.s. atgongumerki til allar dystirnar í bólkaspælinum hjá Føroyum.

Atgongumerki til einstakar dystir hjá Føroyum koma til sølu 31. mai.

Hondbóltssamband Føroya hevur umboð til staðar til sjálvt lutakastið í Düsseldorf í dag og luttaka eisini á EM-verkstovu, sum EHF skipar fyri í morgin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni