Norra, Slovenia, Pólland og FØROYAR

Berlin verður heimstaðurin hjá føroyingum til EM-endaspælið í januar. Føroyar komu í bólk D saman við grannum okkara úr Norra, umframt Slovenia og Póllandi.

Dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:
Hósdagin 11. januar Slovenia – Føroyar
Leygardagin 13. januar Føroyar – Noreg
Mánadagin 15. januar Pólland – Føroyar

Dystirnir verða leiktir í Mercedes-Benz Arena, sum tekur 14.800 áskoðarar. Les meira um kappingina, hallir og skrá her: HERETOPLAY.COM – MEN’S EHF EURO 2024

Talan er um spennandi lutakast fyri Føroyar. Til seinasta EM, í 2022, gjørdist Norra nr. 5, Slovenia nr. 16 og Pólland nr. 12. Til seinasta HM, sum var í 2023, gjørdist Norra nr. 6, Slovenia nr. 10 og Pólland nr. 15.

U17-landsliðið úttikið

12. november 2026

U17-landsliðið, sum skal kappast á heimavølli Við Tjarnir vikuskiftið 27. – 29. november, er nú úttikið. Talan er um EM-undankappingarbólk, har Ísland, Ísrael, Turkaland og Føroyar kappingast um tvey pláss í EM-endaspælinum í summar.

European Cup heldur fram

10. november 2026

Tað eydnaðist tíverri ikki VÍF at koppa sterku slovakisku HK Slovan Dusla Sala á útivølli í vikuskiftinum. Slovakiska liðið vann 65-50 tilsamans, og eru VÍF harvið úti úr kappingini. European Cup hondbólturin heldur tó fram við neistakvinnum og H71 komandi vikuskiftið.

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Ein loysn frá Sendistovuni