Føroysku U19-menninir løgdu fyri við sigri í fyrsta dystinum í European Open. Føroyar vunnu 22-20 á Niðurlondum, eftir hálvleiksstøðuna 14-10 til Føroyar.


Føroysku U19-menninir løgdu fyri við sigri í fyrsta dystinum í European Open. Føroyar vunnu 22-20 á Niðurlondum, eftir hálvleiksstøðuna 14-10 til Føroyar.

Føroysku U19-menninir vunnu eisini seinna dystin í dag. Føroyar vunnu greitt 26-16 á Finnlandi, eftir at Føroyar vóru á odda 14-9 í hálvleikinum.

U19-landsliðið hjá monnum kom til Göteborg í gjár og byrjar European Open í dag. Kappingin er liður í fyrireikingunum til HM-endaspælið, sum verður í Kairo í Egyptalandi í august. Dystirnir í European Open kunnu stroymast á ehftv.com.

SO NÆR VIÐ! Tvær ferðir eykatíð skuldi til og 80 minuttir skuldu til áðrenn HM-hálvfinalan millum Føroyar og Portugal var avgjørd. Føroyar høvdu brotskast, men brendu, og Portugal vann harvið 38-37 og Føroyar skulu spæla um HM-bronsu móti Svøríki sunnudagin kl. 16.00.

U21-ævintýrið fekk ein eydnusaman enda. Eftir svára tapið í hálvfinaluni reistu okkara menn seg og vunnu bronsdystin 27-26 móti Svøríki. Ítróttarsøga er skrivað eftir eitt megnaravrik av okkara ungu monnum, og í kvøld fáa teir heiðursmerki um hálsin í Póllandi.

Ert tú staddur í Føroyum ella Danmark og ynskir tú at stroyma HM-hálvfinaluna millum Føroyar og Portugal, so kann tað gerðast ígjøgnum hetta leinki. Tað kostar 8 euro. Arbeitt verður við at fáa føroyskt frásøgufólk á dystin.

FANTASTISKT! Føroyar vunnu HM-fjórðingsfinaluna móti Slovenia, 35-33, har Føroyar vóru serstakliga vælleikandi í fyrra hálvleiki. Tað gjørdist spennandi seinastu løtuna, men megnaðu okkara at koyra tað heim. Føroyar møta Portugal í hálvfinaluni í morgin.

Ynskir tú at stroyma HM-fjórðingsfinaluna millum Slovenia og Føroyar, so kann tað gerðast ígjøgnum hetta leinki. Tað kostar 8 euro. Tað er ikki gjørligt at stroyma dystin á youtube síðuni hjá IHF. Dysturin er hósdagin kl. 20.00.

Nú fáast føroysku atgongumerkini til meginumfarið í EM-endaspælinum hjá monnum til keyps. Koma Føroyar víðari úr innleiðandi bólkinum í Oslo, gongur leiðin til meginumfarið í Malmö.

Føroyar taptu 41-32 móti Danmark, har Føroyar hvíldu lyklaleikarar og fordeildu spælitíðina. Munurin bleiv tó ikki stórur fyrr enn seinastu 10 minuttirnar, tá Danmark dróg frá – eitt góðkent avrik undan fjórðingsfinaluni hósdagin móti Slovenia.