Føroyskir landsliðsleikarar koma framhaldandi at verða klæddir í Select. HSF, Select og Sport24 hava longt klædnasáttmálan sínámillum fram til 2030.


Føroyskir landsliðsleikarar koma framhaldandi at verða klæddir í Select. HSF, Select og Sport24 hava longt klædnasáttmálan sínámillum fram til 2030.

U19-kvinnurnar eru farnar á flog í morgun og komandi mikudag, tann 9. juli, byrjar EM-endaspælið fyri U19-kvinnur, sum verður leikt í Podgorica í Montenegro.

Føroyar spældu ein minni góðan seinasta dyst í ársins European Open. Verjuspælið var misjavnt og vóru ov nógvar villur og brend skot í álopsspælinum. Egyptaland vann 25-22, eftir hálvleiksstøðuna 12-11 til Egyptaland.

Í morgin kl. 11.00, fríggjadagin 4. juli, verða fleiri atgongumerkið til EM-endaspælið hjá monnum í Oslo sett til sølu. Talan er um góð 400 bólkaatgongumerki.

Pólland var millum sterkaru liðini í kappingini og høvdu teir eisini munin mót Føroyum í morgun. Okkara runnu aftaná so at siga allan dystin, og vunnu póllendingar 22-20, eftir hálvleiksstøðuna 11-9.

Føroyar lótu ongan iva verða um, at teir vóru betri enn Estland. Føroyar vunnu greitt 27-16, eftir at okkara vóru frammanfyri 15-7 í hálvleikinum.

Hóast avrikið leingi var misjavnt, so vunnu Føroyar 16-11 á Litava í European Open í morgun. Hálvleiksstøðan var 7-7.

Tað var greitt at okkara skuldu spæla upp til sítt besta fyri at hótta Kroatia í dag. Fyri góðum ári síðani taptu okkara við einum málið móti teimum í EM-endaspælinum, men tað hepnaðist minni væl í dag og Føroyar taptu 22-17.

Í dag, týsdagin 1. juli klokkan 17.00, skipa Tórshavnar kommuna og Løgmansskrivstovan fyri almennari móttøku á Vaglinum fyri U21-landsliðnum í hondbólti.

Føroysku U19-menninir spældu fult upp við svensku evropameistarunum, men mistu sigurin á gólvið í seinna hálvleiki. Okkara spældu framúr í fyrra hálvleiki og vóru frammanfyri 14-8, men taptu tó 22-21.