Innbjóðing til venjaraskeið, stig 2

Stórur áhugi var fyri venjaraútbúgvingini og fleiri enn hálvt hundrað luttakarar fóru undir stig 1 í fjør, ið er fyrsta stig á venjaraútbúgvingini. Í heyst byrjar næsta stig á venjaraútbúgvingini.

Skeiðið byggir víðari á grundvøllin frá stig 1 og gevur luttakarunum innlit í øki innan venjing og leiðslu. Endamálið er at menna førleikarnar hjá venjarunum, so teir kunnu fyrireika og leiða lið á einum hægri støði – bæði í venjing og kapping.

Skeiðið er skipað við online tilfari og fleiri samlingum í kappingarárinum 2025/26.

Skrá

8. oktober 2025Ítróttarsálarfrøði
29. oktober 2025Venjingarætlan
19. november 2025Kontra
22. november 2025Dystargreining
10. desember 2025Kropslig venjing
7. januar 2026Dystarfyrireiking
Mental fyrireiking til dyst og venjing
4. februar 2026Leiðsla
25. februar 2026Metingarspæl
18. mars 2026Verjuspæl
2. apríl 2026Venjing av einstaklingum
8. – 10. mai
2026
Ítróttarsálarfrøði
Málverjavenjing
Sideline
Leiðsla

Í mestalagi 20 luttakarar kunna luttaka á skeiðinum.

Ongin próvtøka er á skeiðinum, men ein skrivlig uppgáva skal latast inn og krav er um 100% uppmøting fyri at fáa prógv.

Luttøkukrav: Stig 1 á venjaraútbúgvingini
Aldursmark: 18 ár
Kostnaður: 1895,00 kr., íroknað mat og atgongumerki til Føroyar – Ísland, 22. november 2025
Meldið til her: Venjaraskeið – Stig 2
Tilmeldingarfreist: 28. september 2025, ella tá skeiðið er fullteknað.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni