Dystirnir um Lionsbikarið

Sunnudagin 7. septembur verður hondbóltskappingin skotin í gongd við dystunum um Lionsbikarið hjá kvinnum og monnum. Allur ágóðin fer til Colitis-Crohn Felagið.

Dystirnir eru millum føroyameistarar og steypavinnarar, sum hesaferð eru ávikavist H71 og Kyndil hjá kvinnum og Kyndil og H71 hjá monnum. Kvinnurnar spæla sunnudagin 7. september klokkan 16 og menninir klokkan 18. Dystirnir verða í Høllini á Hálsi.

Nú tey fremstu og vinnandi liðini frá undanfarna kappingarári møtast í dystunum um Lionsbikarið, ber ofta eisini til at fáa eina hóming av, hvussu tey eru fyri, nú sett verður á eitt nýtt kappingarár vikuna eftir.

Samstundis eru dystirnir eitt gott høvi til at stuðla einum góðum og vælgerandi endamáli, tí sum vant er talan um eitt samstarv millum Hondbóltssambandið og Lions Club. Og hesaferð fer allur ágóðin til Colitis-Crohn Felagið, umframt ágóðin frá stórsteypadystunum í fótbólti, sum eru til várs.

Alt er sjálvboðið

– Í seinastuni hava vit varpað ljós á tørvin á almennum vesum, tí teimum hava vit alt ov fá av í Føroyum, sigur Asta á Vollanum, forkvinna í felagnum, sum er fyri tarmsjúk, avvarðandi og onnur áhugað.

– At hava atgongd til almenn vesi hevur nógv at siga fyri okkara limir, millum annað til ítróttartiltøk, festivalar og annað. Vit kundu hugsað okkum at ment eina app, ið altíð kundi víst til tað vesið, tú ert tættast við, men eisini víst á, hvar í Føroyum almenn vesi eru at finna.

Føroyingar hava tíverri heimsmet í tarmsjúkum, tí yvir túsund fólk í Føroyum hava staðfest tarmsjúku, men hildið verður, at hetta tal óivað er hægri enn so.

– Alt arbeiði hjá okkum er sjálvboðið, so allur stuðul kemur væl við. Ikki minst, nú vit fyri kortum eru boðin við í eina verkætlan hjá einum universiteti í Milan, sum snýr seg um strongd, mat og rørslu í mun til tann tarmsjúka og tey avvarðandi, sigur forkvinnan í Colitis-Crohn Felagnum.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni