U17-kvinnur: Tveir ymiskir hálvleikir

Ein undarligur dystur! Føroysku U17-kvinnurnar sýndu sítt best spæl higartil í EM-endaspælinum og vóru frammanfyri 17-10 í hálvleikinum, men bráðnaðu heilt í seinna hálvleiki og taptu 31-28 fyri Norðurmakedonia.

Føroysku kvinnurnar sýntust uppsettar og spældu væl frá byrjan í fyrra hálvleiki við Hallu Haldansen á odda, sum eisini skeyt Føroyar inn í dystin við tveimum teimum fyrstu málunum. Føroyska verjan stóð eisini væl við einari vælleikandi Femju Sámalsdóttir Soll í málinum. Føroyar settu seg á dystin og øktu so líðandi um leiðsluna, sum hálvleikurin gekk. Serliga seinasta løtan, har okkara øktu frá 13-10 til 17-10, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Føroyar hildu áfram í seinna hálvleiki, har tær sleptu í fyrra og vóru frammanfyri 20-12, hetta 5 minuttir inn í seinna hálvleik. Hvat hendi næstu løtuna er ilt at siga, men tær Norðurmakedonsku komu spakuliga inn í dystin og dysturin gekk javnt á eina løtu. Føroyska verjan og málverjarnir fingu als ikki fatur, Norðurmakedonia hevði momentum og brádliga stóð 24-24 tá 12 minuttir restaðu. Dysturin lá og ridlaði, men vóru tær Norðurmakedonsku vóru neyvari teir seinastu 5 minuttirnar og vunnu 31-28.

Eftir dystin var Halla Haldansen kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Halla hevur verið mest eyðsýndi føroyski álopsleikarin í kappingini, og var hetta eisini galdandi í dag, har hon gjørdi 9 mál. Føroyar skulu nú spæla um 23. pláss í EM-endaspælinum og verður hesin dysturin sunnudagin kl. 8.30. Dysturin kann stroymast á ehftv.com.

Dystargongdin Føroyar – Norðurmakedonia:
5 min. 3-2
10 min. 5-3
15 min. 8-5
20 min. 12-7
25 min. 13-10
30 min. 17-10
35 min. 20-13
40 min. 22-16
45 min. 23-20
50 min. 24-24
55 min. 26-27
60 min. 28-31

Málskjúttar hjá Føroyum:
Bjørk Mariusardóttir 10 (4)
Halla Haldansen 9
Solveig Guðmundsdóttir Ripley 3
Fríða Eysturtún Rubeksen 2
Lý Dávadóttir Magnussen 2
Herdis Højgaard Petersen 1
Arina Høgnadóttir Wang 1

Málverjar:
Femja Sámalsdóttir Soll 12 bjarging, 32%

A-landsliðið úttikið til venjingar

12. mars 2026

Fyrireikingarnar til komandi HM play-off dystirnar hjá monnum byrja í komandi viku. Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen, hava úttikið ein breiddarhóp til venjingar í Føroyum 15. – 21. mars.

Kunnu vit tryggja hægri luttøku? 

11. mars 2026

Sum partur av masterútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya, hevur Helgi Hildarson Hoydal verði í praksislæru í Hondbóltssambandi Føroya. Í hesum sambandi hevur hann kannað evnið: gentur og fráfall í hondbólti. Hendan grein er ein stuttur samandráttur av kanningini. 

11 venjarar hava lokið triðja stig av venjaraútbúgvingini

9. mars 2026

Hetta er fyrstu ferð, at HSF hevur skipað fyri triðja stig av venjaraútbúgvingini. Venjarar, ið hava lokið triðja stig av venjaraútbúgvingini, kunnu nú søkja um upptøku á EHF Master Coach útbúgvingina. Vit eru sera errin av, at 11 hava lokið hesa útbúgving og eru nú klárir at taka næsta stigið á venjaraleiðini. Útbúgvingin hevur tikið eitt […]

Ein loysn frá Sendistovuni