Skrivað: Ári Rouch

Manslandsliðið úttikið

18. februar 2025

Landsliðsvenjararnir hava, í fyrstu atløgu, úttikið 14 leikarar til EM-undankappingardystirnar móti Niðurlondum í mars. Ivamál eru kring ávísar leikarar, og hava venjararnir tískil gjørt av at bíða við at úttaka tveir teir seinastu.

Komandi dómaraskeið

17. februar 2025

Komandi tíðina fer HSF at hava ein røð av dómaraskeiðum. Tvey vera í februar, tvey í mars og fýra í september.

Kvinnulandsliðið savnast

15. februar 2025

Kvinnulandsliðið savnast til venjingar í Føroyum 3. – 9. mars. Venjingarnar eru liður í fyrireikingunum til HM-undankappingardystirnar móti Litava, ávikavist á heimavølli mikudagin 9. apríl og á útivølli sunnudagin 13. apríl. Venjararnir Claus Leth Mogensen og Simon Olsen hava tikið hesar leikarar út til samlingina.

Leigusáttmáli undirskrivaður við Tjarnir

14. februar 2025

Í morgin letur stórhøllin við Tjarnir upp fyri almenninginum. Møguleiki verður at vitja millum kl. 11.00 og 17.00. Umsitingin hjá Hondbóltssambandinum kemur at húsast har, og í gjár var leigusáttmálin undirskrivaður.

Til sølu í dag!

14. februar 2025

Í dag kl. 10.00 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá monnum, Føroyar – Niðurlond, til sølu. Tryggið tykkum atgongumerki her.

Atgongumerki til Føroyar – Niðurlond

5. februar 2025

Fríggjadagin 14. februar kl. 10.00 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá monnum millum Føroyar og Niðurlond til sølu. Dysturin verður mikudagin 12. mars kl. 19.00. Sølan verður á atgongumerki.fo.

U21-menn skulu til HM

4. februar 2025

Eitt avboð ger, at føroysku U21-mennirnir nú allíkavæl skulu til HM-endaspælið í Póllandi í summar. Okkara vóru júst ov stuttir í EM-endaspælinum í summar at tryggja sær HM-pláss, men hava nú allíkavæl fingið eitt pláss, tá umboðið úr Oceania, Ný Sæland, hevur givið avboð.

Ein loysn frá Sendistovuni