Mánadagin 10. mars kl. 10.00 koma atgongumerkini til HM play-off-dystin hjá kvinnum millum Føroyar og Litava til sølu. Dysturin verður mikudagin 9. apríl kl. 19.00 Við Tjarnir. Sølan verður á atgongumerki.fo.


Mánadagin 10. mars kl. 10.00 koma atgongumerkini til HM play-off-dystin hjá kvinnum millum Føroyar og Litava til sølu. Dysturin verður mikudagin 9. apríl kl. 19.00 Við Tjarnir. Sølan verður á atgongumerki.fo.

Leygardagin 1. mars vóru týsku hondbóltsheiðrarnir fyri 2024 latnir, hetta í sambandi við týska steypafinaluvikuskiftið hjá kvinnum. Heiðrar vóru m.a. latnir til ársins leikarar, stjørnuskot, venjarar o.s.fr. Í hesum samanhangi var eisini ein heiður til føroysku áskoðararnar latin fyri ársins “Engagementpreis”.

Posta hevur givið út tvey nýggj frímerki, har føroyskur hondbóltur er myndaevnið. Á 25 kr. frímerkinum sæst Elias Ellefsen á Skipagøtu, og á 48KR frímerkinum sæst Jana Mittún.

Eftir at landsliðsvenjararnir í fyrstu atløgu tóku 14 leikarar út til dystirnar móti Niðurlondum, eru nøvn nú sett á seinastu tveir leikararnir. Talan verður um Hall Arason úr Afturelding og Rógva Dal Christiansen úr Kyndli.

Stóra Faxe Kondi steypafinaluvikuskiftið er farið afturum. Hetta var fyrsta stóra tiltakið Við Tjarnir og er eingin ivi um, at stórhøllin er eitt frambrot fyri føroyskan hondbólt.

Kvinnulandsliðið savnast komandi viku til venjingar, sum liður í fyrireikingunum til HM-undankappingardystirnar móti Litava, ið vera ávíkavíst 9. og 13. apríl 2025.

Bæði kyndilskvinnur og H71-menn vóru betri í seinna hálvleiki í sínum dystum og tryggjaðu sær Faxe Kondi steypini 2025. Talan var um dystir í framúr, nýggjum kørmum og metstórari áskoðarafjøld til hondbóltsdyst í Føroyum.

Í apríl skal A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti spæla tveir playoff dystir ímóti Litava um luttøku í HM endaspælinum, sum verður í november og desember í ár. Fyrri dysturin verður í Føroyum í stórhøllini við Tjarnir 9. apríl og seinni dysturin í Litava, sunnudagin 13. apríl.


Komandi vikuskiftið vera Faxe Kondi steypafinalurnar við Tjarnir. Stórur áhugið er fyri finalunum og gongur atgongumerkjasølan sera væl til kvinnu- og mansfinaluna.