Skrivað: Ári Rouch

Starvsnevndin heldur fram

6. juni 2024

Leygardagin var aðalfundurin hjá Hondbóltssambandinum hildin í Skúlanum á Giljanesi. Sitandi starvsnevnd heldur fram.

Hesi fara til Íslands

27. mai 2024

Komandi vikuskiftið fara trý landslið til Íslands. Talan er um U16- og U18-kvinnur og U20-menn. Hesi fara at spæla vinardystir móti Íslandi leygardagin og sunnudagin.

8 ungdómslandsdystir komandi vikuskiftið

26. mai 2024

Komandi vikuskiftið kemur íslendska U16-manslandsliðið á vitjan til tveir venjingardystir móti Føroyum. Samstundis fara trý landslið til Íslands, talan er um U16- og U18-kvinnur og U20-menn. Dystirnir í Føroyum vera ávikavist leygardagin á Giljanesi og sunnudagin í Kollafirði. Dystirnir kunnu stroymast á live.hsf.fo.

Berin 50.000 krónur frá Lions

21. mai 2024

Ágóðin frá stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti er nú handaður Beranum, sum frá Lions Club í Føroyum fekk 50.000 krónur til sítt virksemi.

Gallaveitslan 2024

17. mai 2024

Komandi leygardag, 18. mai, verður hondbóltsgallaveitslan 2024. Tiltakið í ár verður í Salt á Drelnesi í Suðuroy, har VB skipar fyri. Byrjað verður kl. 18.30.

Ársins 2023-24

21. mai 2024

Ársins gallaveitsla var leygarkvøldið og vunnu hesi ársins heiðrar fyri kappingarárið 2023-24. Ársins heiðrar vóru latnir á gallaveitsluni, sum VB skipaði fyri í Salt á Drelnesi. Hesi vóru heiðraði:

Dagsatgongumerki til EM

14. mai 2024

Nú fáast dagsatgongumerki til keyps til bólkaspælið í EM-endaspælinum hjá kvinnum, har Føroyar kemur at spæla í Basel.

Eitt mál ov stuttir

12. mai 2024

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta mugu vit ásanna eftir 34-26 tapið fyri Norðurmakedonia í kvøld. Føroyar vóru sostatt eitt mál frá einum møguligum HM-endaspælið. Norðurmakedonia vinnur, 61-60 tilsamans, yvir teir tveir dystirnar.

Faxe Kondi heldur fram

10. mai 2024

Týsdagin var nýggjur sáttmáli millum Hondbóltssamband Føroya og P/F Poul Michelsen undirskrivaður um Faxe Kondi kappingina.

Ein loysn frá Sendistovuni