U19-landsliðið hjá monnum vann, hóast rúm fyri bata, ein tryggan 40-25 sigur á Bulgaria í dag. Hálvleiksstøðan var 18-14 til Føroyar.


U19-landsliðið hjá monnum vann, hóast rúm fyri bata, ein tryggan 40-25 sigur á Bulgaria í dag. Hálvleiksstøðan var 18-14 til Føroyar.

Fyrsti dystur hjá U19-monnunum í EHF Championship kappingini er í dag kl. 17.00 móti Bulgaria.

Føroysku U17-kvinnurnar vunnu sera tætta og spennandi dystin móti Italia í dag. Úrslitið gjørdist 27-25 dystin, eftir hálvleiksstøðuna 12-11 til Føroyar.

Verja og málverjar kláraðu ikki at steðga dønum í dag. Føroysku U19-menninir taptu 30-28 fyri dønum.

Føroysku U19-mennirnir taptu greitt fyri Svøríki í dag í Scandinavian Open. Úrslitið var 31-21, eftir 17-10 í hálvleikinum. Scandinavian Open er fyrst og fremst ein fyrireikingarkapping til evropeisku kappingarnar seinni í august og tískil ein kapping, har dystirnir í prinsippinum eru venjingardystir. Føroysku venjararnir spardu fleiri av profilunum í dag og góvu pláss til nakrar […]

Føroysku U19-mennirnir prógvaðu aftur í dag, at teir eru betri enn Noreg. Føroyar vunnu greitt 34-27, eftir hálvleiksstøðuna 16-13.

Føroysku U17-kvinnurnar hava fingið eina góðu byrjan uppá EHF Championship kappingina. Liðið leikti ein flottan 26-26 javnleik móti Serbia í dag.

Komandi dagarnar eru fleiri ungdómslandsdystir, sum allir verða stroymdir.

Faroe Islands Handball Cup í Vági er av á hesum sinni. Hetta er annað árið kappingin verður hildin, og var aftur talan um eina sera væleydnaða summarkapping, sum Vágs Bóltfelag skipar fyri.

Landsliðsvenjararnir, Mark Lausen- Marcher og Julian Johansen, hava úttikið hesar leikarar til Scandinavian Open og EHF Championship kappingina, sum báðar verða leiktar í august.