U18-landsliðið við monnum er í dag farið av landinum og sett kósina móti Tbilisi í Georgia, har teir skulu taka lut í EM-kapping.


U18-landsliðið við monnum er í dag farið av landinum og sett kósina móti Tbilisi í Georgia, har teir skulu taka lut í EM-kapping.

U18-landsliðið við monnum skal í aðru viku taka lut í EM-kapping í Georgia.

Føroyski málverjin, Hørður Trygvason, hevur verið ein brandur í málinum undir EM-kappingini í Makedonia fyri U20 landslið, og tað er ikki farið framvið hjá evropeiska hondbóltssambandinum.

U20 landsliðið við monnum tapti seinnapartin fyri Sveis í dystinum um triðja plásssið í EM-kappingini í Makedonia. Sveis vann trygt, 32-17.

Tað eydnaðist ikki U20 landsliðnum hjá monnum at spæla seg í finaluna í EM-kappingini í Makedonia.

U20 landsliðið við monnum spældi seg í hálvfinaluna í EM-kappingini í Makedonia, tá teir vunnu á Hvítarusslandi seinnapartin. Føroyar vunnu 29-22.

So hildnaðist aftur hjá føroyska U20-landsliðnum, sum seinnapartin vann á Estlandi í sínum fjórða dysti í EM-kappingini í Makedonia. Føroyar vunnu ein tepran sigur, 20-19.

U20 landsliðið við monnum tapti seinnapartin fyri Finnlandi í sínum triðja EM-kappingardysti í Makedonia. Úrslitið gjørdist 29-24.

U20 landsliðið við monnum vann fyri løtu síðan á Grikkalandi. Føroyar vunnu 27-23.

Tað endaði við einum teprum tapi hjá U20 manslandsliðnum, sum í dag spældi sín fyrsta dyst í EM-kappingini í Makedonia. Føroyar taptu 24-26 fyri Litava.