Sigur á Grikkalandi

U20 landsliðið við monnum vann fyri løtu síðan á Grikkalandi. Føroyar vunnu 27-23.  

Tað var ein væl upplagdur hópur hjá Føroyum, sum í dag trein á vøllin í Skojpe í Makedonia til sín næsta EM-kappingardyst. Føroyar skuldu reisa seg aftur eftir tepurt tap fyri Litava í gjár.

Føroysku leikararnir tyktust at vera tendraðir frá fyrsta bríksli og lógu á odda tað mesta av fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 13-10 til Føroyar. Í seinna hálvleiki øktu okkara menn um leiðsluna og hildu henni til dystarenda.

Leivur Mortensen varð valdur til dagsins leikara.

Triðji dysturin hjá Føroyum er móti Finnlandi mánadagin klokkan 13.00.

Málskjúttar:
Leivur Mortensen 7
Brandur Halgirsson 7
Vilhelm Poulsen 3
Tróndur Wardum 3
Djóni Jansson Petersen 2
Niklas Højgaard Hanusarson 2
Høgni Zachariassen 1
Bartal Klein Olsen 1
Hallur Arason 1

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni