Hóndbóltssambandið ynskir at geva enn fleiri føroyingum møguleikan at flúgva beinleiðis til Basel í samband við EM endaspælið hjá kvinnum. Tí verður arbeitt við møguleikanum at seta eitt flogfar aftrat inn at flúgva beinleiðis til Basel fríggjamorgun, 29. november 2024, og heim aftur beint eftir triðja dystin tann 3. desember 2024.
Heimsins besti jólamarknaður
Basel hevur nógv spennandi at bjóða í november / desember mánaði. Jólamarknaðurin í Basel er heimskendur og var í 2021 valdur sum besti jólamarknaðurin í Evropa.
Fleiri stórar sølumiðstøðir eru í Basel, og hetta tí eitt upplagt høvi hjá øllum føroyingum fara ein jólatúr at keypa jólagávurnar, uppliva Basel og samstundis stuðla føroyska landsliðnum í teirra fyrstu EM endaspælið.
Prísurin fyri ferðina er: 4.899,00
Skráseting fer fram á: https://forms.office.com/e/2wgJ8k6EQR.
Ferðin er treyta av, at nóg nógv hava tilmelda seg sunnudagin, 13. oktober 2024.
Leikskrá hjá føroyska liðnum
29. november 2024: Sveis – Føroyar
1. desember 2024: Føroyar – Kroatia
3. desember 2024: Føroyar – Danmark
Agongumerki til allar tríggjar dystirnar kostar 1.604,00 kr. (vaksin), tá koma tit at sita saman við føroysku áskoðarnum í St. Jakobshalle. Áðrenn hvønn dyst verður skipa fyri upphiting fyri allar áskoðarar í Basel. Møguleiki er at keypa atgongumerki við at senda ein teldupost til hsf@hsf.fo.
Hotel
Nógvir góðir gistingar møguleikar eru í Basel. Kunningarstovan í Basel hevur viðmælt tríggjar gistarhús:
Coop Tagunszantrum,
Ibis Styles Basel City,
Ibis Basel Bahnhof,
Eru spurningar ella ivamál er møguleika at seta seg í samband við HSF á hsf@hsf.fo ella 231984.