Betri letur kvinnuhondbóltinum 2,5 milliónir til EM-endaspælið

– Tá ið kvinnurnar í vetur skulu spæla EM-endaspæl í Sveis, krevur tað nógv fíggjarliga. Fyri at tryggja hondbóltin hjá gentum og kvinnum í Føroyum letur Betri Stuðul tí Hondbóltssambandinum 2,5 milliónir kr. sigur Jens Johan Dam, formaður í Betri.

Betri Stuðul hevur í morgun latið HSF 2,5 milliónir kr. í gávu. Tað verður gjørt í sambandi við EM-endaspælið í hondbólti hjá kvinnum, sum verður í vetur. 

– Vit standa sjálvandi saman um hondbóltskvinnurnar, sum hava vunnið seg til EM-endaspælið. Tær eru fyrimyndir fyri okkum øll. Vilji, dirvi og felagsskapur teirra hevur gjørt, at tær nú skulu kappast um at blíva bestar í Europa. Hetta hevur stóran týdning. Ikki bara fyri føroyskan kvinnuhondbólt og Føroyar sum heild, men eisini sum íblástur fyri børn og ung, staðfestir Jens Johan Dam, formaður í Betri.

Betri stuðul letur á hvørjum ári stuðul og peningagávur, sum eru við til at fyribyrgja sjúku, fremja tryggleika – ella gagna samfelagnum í breiðari merking.

– Vit stuðla eisini ítrótti á mangar mátar, tí vit vita, at serstaki felagsskapurin í ítrótti hevur eina sterka fyribyrgjandi megi. Sæð frá einum samfelagsligum sjónarhorni fara ringarnir av hesum avrikinum eisini at breiða seg. Tí fær Hondbóltssambandið hesa gávuna frá Betri Stuðli,  soleiðis at hondbóltsvirksemið í Føroyum ikki verður skert av EM-luttøkuni, sigur Jens Johan Dam.

Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, fegnast um gávuna og staðfestir, at hetta kemur sera væl við. 

– Tað krevur nógv fíggjarliga at vera við til slík endaspøl. Okkara kvinnur standa seg væl, og tað kostar at vera við millum tey bestu. Tí eri eg sera takksom um hesa gávuna frá Betri, staðfestir hon.  

EM-endaspælið staðfest

9. apríl 2026

Við tað at Montenegro sigraði 34-26 á Portugal í kvøld, er tað endaliga staðfest, at føroyska kvinnulandsliðið hevur vunnið seg til EM-endaspælið.

Sámal Paulason – trumman, ið ber landsliðið fram

9. apríl 2026

Tá føroyska kvinnulandsliðið fór á vøllin í gjár, var tað ikki bara spælið, sum merkist, tað var eisini stemningurin rundanum. Mitt í hesum stóð Sámal Paulason, við trummuni í hond, og skapti ein stemning fyri bæði spælarar og áskoðarar.

Gallaveitslan 2026

9. apríl 2026

Gallaveitslan 2026 verður leygardagin 23. mai kl. 18.00 í Varpinum í Klaksvík við Stjørnuni sum fyriskipara.

Ein loysn frá Sendistovuni