Bólkur: Tíðindi

Kyndil og H71 eru steypavinnarar 2025

22. februar 2025

Bæði kyndilskvinnur og H71-menn vóru betri í seinna hálvleiki í sínum dystum og tryggjaðu sær Faxe Kondi steypini 2025. Talan var um dystir í framúr, nýggjum kørmum og metstórari áskoðarafjøld til hondbóltsdyst í Føroyum.

Við kvinnulandsliðnum til Kaunas

24. februar 2025

Í apríl skal A-landsliðið hjá kvinnum í hondbólti spæla tveir playoff dystir ímóti Litava um luttøku í HM endaspælinum, sum verður í november og desember í ár. Fyrri dysturin verður í Føroyum í stórhøllini við Tjarnir 9. apríl og seinni dysturin í Litava, sunnudagin 13. apríl.

Ongin søla við dyrnar í kvøld

22. februar 2025

Stórur áhugið er fyri Faxe Kondi steypafinalunum í kvøld, og gongur atgongumerkjasølan sera væl til kvinnu- og mansfinaluna. Tað er um at vera útselt til dystirnar, og tí verður ongin søla við dyrnar í kvøld. Nøkur fá hundrað atgongumerki eru tó framvegis tøk. Atgongumerkini fáast til sølu á atgongumerki.fo. Atgongumerkini til steypafinalurnar eru ikki til ávís […]

Atgongumerkjasølan gongur væl

20. februar 2025

Komandi vikuskiftið vera Faxe Kondi steypafinalurnar við Tjarnir. Stórur áhugið er fyri finalunum og gongur atgongumerkjasølan sera væl til kvinnu- og mansfinaluna.

Manslandsliðið úttikið

18. februar 2025

Landsliðsvenjararnir hava, í fyrstu atløgu, úttikið 14 leikarar til EM-undankappingardystirnar móti Niðurlondum í mars. Ivamál eru kring ávísar leikarar, og hava venjararnir tískil gjørt av at bíða við at úttaka tveir teir seinastu.

Komandi dómaraskeið

17. februar 2025

Komandi tíðina fer HSF at hava ein røð av dómaraskeiðum. Tvey vera í februar, tvey í mars og fýra í september.

Kvinnulandsliðið savnast

15. februar 2025

Kvinnulandsliðið savnast til venjingar í Føroyum 3. – 9. mars. Venjingarnar eru liður í fyrireikingunum til HM-undankappingardystirnar móti Litava, ávikavist á heimavølli mikudagin 9. apríl og á útivølli sunnudagin 13. apríl. Venjararnir Claus Leth Mogensen og Simon Olsen hava tikið hesar leikarar út til samlingina.

Leigusáttmáli undirskrivaður við Tjarnir

14. februar 2025

Í morgin letur stórhøllin við Tjarnir upp fyri almenninginum. Møguleiki verður at vitja millum kl. 11.00 og 17.00. Umsitingin hjá Hondbóltssambandinum kemur at húsast har, og í gjár var leigusáttmálin undirskrivaður.

Ein loysn frá Sendistovuni