Bólkur: Tíðindi

U18-menn: Eru nú í topp 10 í Europa

12. august 2022

Føroysku U18-mennirnir vunnu ein flottan og greiðan sigur á vertunum úr Montenegro í EM-endaspælinum. Úrslitið gjørdis 30-24, eftir hálvleiksstøðuna 15-10 til Føroyar.

Skeið í skaðafyribyrgjandi venjing

11. august 2022

Mikudagin og hósdagin 17. og 18. august verður skeið í skaðafyribyrgjandi venjing. Tað er Anja Greve, sum m.a. er fysioterapeut hjá danska manslandsliðnum, sum stendur fyri skeiðnum.

U18 menn skulu til HM23 og EM24

9. august 2022

Við einum framúr 29-24 sigri á Serbia, hava U18-menninir tryggja sær at enda í topp 12 í EM-endaspælinum og gevur hetta samstundis atgongumerki til HM23 og EM24.

Blivu nummar 19 í HM

8. august 2022

Føroysku U18-kvinnunar vunnu seinasta dystin í HM, sum var móti Slovenia. Føroyar endaðu harvið nummar 19 av 32 liðum. Dysturin endaði 31-28, eftir 16-12 til okkara í hálvleikinum.

Søguligur sigur á Fraklandi

7. august 2022

Fyri fyrstu ferð í hondbóltssøguni hevur eitt føroyskt landslið vunnið á Fraklandi. Føroysku U18-menninir vunnu í dag ein flottan 29-26 sigur, eftir hálvleiksstøðuna 14-12 til Fraklands.

U18-menn: Tap hóast góðan dyst

4. august 2022

Hóast eitt 32-29 tap fyri Svøríki, var talan um ein, fyri tað mesta vælleiktan dyst av okkara monnum. Hálvleiksstøðan var 17-15 til Svøríki. Tað sást skjótt í dystinum at talan var um eitt sterk og vælleikandi mótsstøðulið.

Ein loysn frá Sendistovuni