Fleiri børn spæla hondbólt

Fleiri børn enn nakrantíð spæla hondbólt. Kappingarárið 2018/19 eru 152 ungdómslið tilmeldaði. Tað eru fimm lið fleiri enn í fjør, sum eisini setti met við fýra fleiri liðum enn árið fyri.

Harumframt vóru 42 lið við til fyrstu U8 kapping í ár, sum eisini eru fleiri lið enn í fjør. U8 verður skipað sum ein kapping fyri seg, og dystirnir verða ikki gjørdir upp í málum og stigum.

Tað merkir, at áleið 1900 børn og ung í aldrinum sjey til 18 ár spæla hondbólt í ár.

– Tað er ilt at siga júst hví áhugin hjá børnum at spæla hondbólt økist hvørt ár, men eg vænti, at tað er ein blandingur av, at feløgini leggja størri orku í barnaliðini, HSF ger meira burturúr U-kappingunum, okkara landslið fáa alsamt betur altjóða úrslit, ið skapar størri áhuga, samstundis sum fólkatalið í Føroyum er vaksið, sigur Ári Rouch frá HSF, ið leggur kappingarnar til rættis.

Størsti bólkurin er U10, har heili 49 lið eru við – 28 dreingjalið og 21 gentulið.

Hondbóltssambandið heldur tað vera hugaligt, at fleiri av smærru feløgunum luttaka við fleiri liðum hetta kappingarárið, eitt nú VB, sum er farið úr seks liðum í fjør upp í átta lið í ár.

Í alt luttaka 183 lið frá 13 feløgunum í landskappingarárið 2018/2019, umframt 42 lið í U8.

 

 

 

 

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni