H71 greitt víðari

H71-kvinnur fingu onga mótstøðu frá kýpriotisku Cyview Developers Latsia í European Cup dystunum, sum blivu leiktir á Hálsi í vikuskiftinum. H71 vunnu fyrra dystin heili 50-13, meðan tann seinni endaði 41-21. Samlaði sigur gjørdist sostatt 91-35.

H71 eru við hesum víðari til triðja umfar í European Cup, har mótstøðan helst verður harðari. Triðja umfar verður leikt í viku 45 og/ella viku 46 um miðjan november.

Kvinnulandsliðið saman

15. oktober 2024

Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel.

Væleydnaður málverjadagur

14. oktober 2024

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

14. oktober 2024

Nú stundar til at komandi EM-undankappingin hjá monnum byrjar. Í hesum sambandi hava landsliðsvenjarnir úttikið 18 leikarar til fyrstu dystirnar móti Kosovo og Ukraina.

Ein loysn frá Sendistovuni