Helgi Hildarson Hoydal hevur skrivað undir sáttmála við norska felagið, Viking.
Viking, sum er úr Stavanger, er júst flutt upp í næstbestu norsku deildina.
Helgi hevur drigist við skaða síðan í janar, fyrst eitt beinbrot og síðan ein knæskaða. Helgi hevur tí ikki verið og royndarvant við Viking, men hóast tað, var áhugi fyri honum.
Venjarin hjá Viking, Joar Gjerde, var venjari hjá norska U21-landsliðnum, sum var til HM í Algeria í fjør, har hann gjørdist varugur við ídna og treiska liðskiparan á táverandi føroyska U21-landsliðnum.
Herfyri skrivaði eisini Kjartan Johansen undir avtalu við Viking.