Hesi halda skil á landsliðunum

Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

Liðleiðararnir eru við til venjingar, dystir og ferðir uttanlands. Hesi virka sum ferðaleiðarar, syrgja fyri innkeypi og halda skil á, at røttu klæðini og rætta útgerðin er til taks til dystir og venjingar.

Verandi liðleiðarar eru hesi:

  • Inga Dahl, A-landsliðið kvinnur
  • Jóngerð Nielsen, A-landsliðið menn
  • Leif Kristoffersen, U02 menn
  • Ann-Mari Wang, U04 kvinnur
  • Rani Ellingsgaard, U04 menn
  • Angilie Joensen, U06 kvinnur
  • Høgni Vilhelmsen, U06 menn

European Cup heldur fram

10. november 2026

Tað eydnaðist tíverri ikki VÍF at koppa sterku slovakisku HK Slovan Dusla Sala á útivølli í vikuskiftinum. Slovakiska liðið vann 65-50 tilsamans, og eru VÍF harvið úti úr kappingini. European Cup hondbólturin heldur tó fram við neistakvinnum og H71 komandi vikuskiftið.

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Gott stig í Podgorica

8. november 2026

Tað gekk javnt á so at siga allan dystin, og Føroyar og Montenegro deildu stigini. Tað endaði javnt, 34-34, eftir at Montenegro vóru frammanfyri 18-17 í hálvleikinum. Bert smálutir gjørdu at tað ikki eydnaðist at fáa bæði stigini.

Ein loysn frá Sendistovuni