Atgongumerki til sølu

Kl. 12.00 í dag koma atgongumerki til komandi steypafinalurnar og manslandsdystir til sølu. Atgongumerkini fáast til keyps á atgongumerki.fo.

Steypafinalurnar verða vikuskiftið 24. – 26. februar í Høllini á Hálsi og sær leiksskráin soleiðis út:

Fríggjadagin 24. februar:
18.30 – Gentur 16
20.00 – Dreingir 16

Leygardagin 25. februar:
09.00 – Gentur 10B
09.40 – Dreingir 10B
10.20 – Gentur 12B
11.15 – Dreingir 12B
12.10 – Gentur 10A
12.50 – Dreingir 10A
13.30 – Gentur 12A
14.20 – Dreingir 12A
16.30 – Kvinnur
19.00 – Menn

Sunnudagin 26. februar
12.50 – Eydnudeildin
13.30 – Gentur 14B
14.30 – Dreingir 14B
15.30 – Gentur 14A
16.30 – Dreingir 14A
17.30 – Gentur 18
19.00 – Dreingir 18

Eisini fáast atgongumerki til keyps til EM-undankappingardystirnar hjá monnum. Mikudagin 8. mars spælir manslandsliðið móti Rumenia og mikudagin 26. apríl møta okkara Ukraina.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Ein loysn frá Sendistovuni