Heiðrar til hondbóltin á Ítróttafagnaðinum

Landsliðsleikararnir Hákun West av Teigum og Óli Mittún vóru kosnir ávikavist Ársins Ítróttanavn og Ársins Ítróttastjørnuskot 2022 á Ítróttafagnaðinum hjá ÍSF.

Hákun West á Teigum hevur havt eitt framúr kappingar ár, bæði á føroyska hondbóltslandsliðnum og við felagi sínum Skanderborg í bestu donsku deildini. Evnaríkið hoyvíksingurin hevur eisini nýliga, skriva undir sáttmála við oddaliðið í týsku Bundesliguni, Füchse Berlin.

Óli Mittún vann greipuna fyri H71, spældi sínar fyrstu A-landsdystir og umboðaði Føroyar í bæði U18 og U20 EM-endaspølunum. Óli var kosin besti spælarin í U18 EM-kappingini, og harafturat skrivaði hann undir sáttmála við svenska stórfelagið IK Sävehof

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni