Hesir skulu møta Rumenia

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 17 leikarar til EM-undandystirnar móti Rumenia, sum verða ávikavist 8. mars á Hálsi og 11. mars í Bukarest.

Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71

Útileikarar
Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Rói Ellefsen á Skipagøtur, H71
Hallur Arason, VÍF
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DEN)
Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL)
Pætur Mikkjalsson, AMO (SWE)
Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)

Føroyska liðið savnast til venjingar í Føroyum mándagin 6. mars, har liðið fer at venja saman áðrenn heimadystin mikudagin 8. mars kl. 19.00 í Høllini á Hálsi. Hareftir ferðast liðið, fríggjadagin 10. mars, til Bukarest í Rumenia, har seinni dysturin millum liðini verður leygardagin 11. mars kl. 14.00, føroyska tíð. Rumenia hevur tvey stig eftir tveir dystir í EM-undankappingini. Liðið tapti fyrst 36-32 á útivølli fyri Eysturríki, men vann hareftir 34-26 á Ukraina á heimavølli.

Føroyar hava møtt Rumenia 5 ferðir áður og hava úrslitini verið hesi:
12.01.18 Rumenia – Føroyar 28-20, HM-undankapping
18.01.04 Rumenia – Føroyar 43-27, EM-undankapping
16.01.04 Rumenia – Føroyar 41-19, EM-undankapping
07.01.01 Føroyar – Rumenia 16-27, EM-undankapping
05.01.01 Føroyar – Rumenia 23-36, EM-undankapping

Atgongumerki til heimadystin móti Rumenia 8. mars fáast á atgongumerki.fo.

Les meira um EM-undankappingina hjá monnum her:
Men’s EHF EURO 2024 – Latest News and Results | EHF (eurohandball.com)

Faxe Kondi kappingin til 2030

20. mai 2026

Í samband við HM røkk-støkk dystin millum Føroyar og Bosnia Hersigovina leygardagin, nýttu HSF og PM Heilsøla høvi at hittast og skriva undir avtalu um Faxe Kondi steypakappingina. Samstarvið um kappingina er nú longt fram til og við finalurnar í 2030.

HM-lutakastið 10. juni

18. mai 2026

Tann 10. juni kl. 16.00 verður lutakastið til HM-endaspælið hjá monnum í Týsklandi, og verður tá greitt í hvørjum býi Føroyar skulu spæla innleiðandi bólkaspælið. Kunning viðvíkjandi atgongumerkjum kemur eftir lutakastið.

Søga! Mennirnir eisini til HM-endaspælið

16. mai 2026

Enn eitt blað er skrivað í føroyskari hondbóltssøgu í kvøld. Manslandsliðið hevur vunnið seg til sítt fyrsta HM-endaspæl. Føroyar vunnu seinna røkk-støkk dystin móti Bosnia Hersigovina, 33-28, eftir at Føroyar vóru aftanfyri 17-15 í hálvleikinum. Føroyar vunnu við hesum 57-50 samanlagt yvir teir tveir dystirnar.

Ein loysn frá Sendistovuni