Høgni og Andrias nú elitudómarar

Brøðurnir Høgni og Andrias Fríðuson Gaard verða komandi kappingarár elitudómarar í Danmark. Hetta merkir, at teir koma at verða partur bólkinum av fremstu dómarum í Danmark og skulu í fyrstu atløgu døma í 1. deild.

Elitudómarar í Danmark eru dómarar, sum døma í liga og í 1. deild og annars eru saman sum bólkur til skeið, testir og samlingar av ymsum slag.

Høgni og Andrias eru báðir lesandi í Keypmannahavn og hava dømt nógv í 2. deild, nakað í fyrstu deild, men eru nú ryktir upp, eftir at hava fingið góð skoðsmál fyri kappingarárið 2023/24. Høgni og Andrias døma eisini altjóða fyri Føroyar, har teir hava verið partur av Young Referees Programme hjá EHF, har teir hava dømt altjóða kappingar í Svøríki, Montenegro og Ungarn seinastu trý árini.

Mistu sigurin seinastu løtuna

27. september 2024

Heilt fitt av áskoðarum vóru til venjingardystin millum kvinnulandsliðini hjá Slovakia og Føroyum í dag. Føroyar vóru frammanfyri allan dystin og var Slovakia framman fyri fyrstu ferð við 24-23, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið, eftir hálvleiksstøðuna 14-12 til Føroyar. Føroyar spældu illa seinastu 10 minuttirnar og kostaði hetta sigurin.

Stroymið kvinnulandsdystin

27. september 2024

Føroyska kvinnulandsliðið er komið væl til Slovakia, har tveir landsdystir eru á skránni, hin fyrri í dag, fríggjadagin kl. 17.00, og hin seinni leygardagin kl. 14.00.

Djóni og Jesper venja U08-menn

26. september 2024

HSF hevur gjørt avtalu við Djóna Gaard Joensen og Jesper Bak um at standa á odda fyri U08-landsliðnum hjá monnum næstu tvey árini. Talan er um dreingir føddir í 2008 og 2009.

Ein loysn frá Sendistovuni