Hondbóltssamband Føroya søkir eftir stjóra

Spennandi starv sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya er nú leyst at søkja.

Í umsitingini hjá Hondbóltssambandi Føroya starvast trý starvsfólk. Harumframt hava fleiri nevndarlimir, venjarar og onnur, sum eru knýtt at limafeløgunum og varða av okkara landsliðum, dagligt samskifti við Hondbóltssambandið.

Virksemið hjá Hondsbóltssambandi Føroya er í stórum vøkstri. Ásannast má, at økta virksemið og góðu úrslitini leypandi økja um krøvini til HSF, bæði ítróttarliga, umsitingarliga og fíggjarliga.

Hondbóltssamband Føroya leitar tí eftir einum stjóra, sum hevur leiðsluroyndir, fíggjarligt skil, góð samstarvs- og samskiftisevni og er skipað/-ur í sínum virki.

Starvið verður lønt sambært avtalu.

Freistin at søkja er týsdagin 5. desember 2023.

Umsókn skal sendast til:

Gunn Ellefsen, forkvinnu í Hondbóltssambandi Føroya á gunn@hsf.fo

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gunn Ellefsen á telefonnummar 593040 ella við telduposti til gunn@hsf.fo.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Ein loysn frá Sendistovuni