Føroysku kvinnurnar avrikaðu væl betri í seinna venjingardystinum móti Slovakia og vunnu greitt, 30-23, eftir hálvleiksstøðuna 15-10 til Føroyar.
Kenslan eftir dystin í gjár, har Føroyar taptu 24-23, var, at okkara høvdu meira at bjóða uppá og vóru betri enn Slovakia. Hetta vísti føroysku kvinnurnar so dyggiliga í dag og vunnu greitt. Eins og í gjár stóð verjan væl saman við málverjanum. Í gjár var tað Annika Fríðheim Petersen, sum stóð framúr væl, meðan tað í dag var Rakul Wardum, sum tók sera nógvar bóltar. Føroyska avrikið var sum heild hvassari og gjørdi liðið færri tekniskar villum, sum í stóran mun kostaðu dystin í gjár. Føroyska spælið hekk betri saman, og vóru okkara betri til at sleppa bóltinum víðari í mun til tað ágangandi verjuspælinum hjá Slovakia.
Liðini fylgdust fyrstu løtuna av fyrra hálvleiki, men drógu okkara spakuliga frá seinastu 10 minuttirnar fyri hálvleik, tá Føroyar vóru frammanfyri 14-10. Gongdin helt fram í seinna hálvleiki, har Føroyar øktu heilt upp í 30-19, áðrenn Slovakia aftur minkaði um munin seinastu 5 minuttirnar til endaligu støðuna 30-23.
Næsta uppgávan hjá Føroyum verður tveir venjingardystir móti Svøríki B, sum kemur til Føroya seinasta vikuskiftið í november, hetta vikuna áðrenn Føroyar fara til EM-endaspælið í Basel.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Jana Mittún 5
Pernille Brandenborg 4 (2)
Rannvá Olsen 4
Bjarta Osberg Johansen 3
Elsa Egholm 3
Bjørk Franksdóttir Joensen 2
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Lukka Arge 2 (2)
Brynja Høj 1
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 1
Turið Arge Samuelsen 1
Karin Egholm 1
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1