Intersport Night Cup 2023

Nýtið heystfrítíðina aktivt! VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir. 

Byrjað verður mánamorgunin 9. oktober 2023 uml. kl. 10:00 og kappingin endar týskvøldið 10. oktober 2023.  Kappingin verður mánadag og týsdag í ár, tí VÍF skal luttaka í Europa Cup, tá Night Cup plagar at verða. Komandi ár 2024 verður Night Cup, sum vænt hósdag og fríggjadag. Kappast verður soleiðis: Gentur 10 byrja, síðani dreingir 10, gentur 12, dreingir 12, gentur 14 og dreingir  14. Tað vil siga at, kappingarnar fyri allar aldursbólkarnar verða avgreiddar so hvørt. Vinnandi liðini av  kappingini (í hvørjum aldursbólki) fáa steyp og heiðursmerki.  

Tilmelding:   Tilmeldingin fer fram við at senda teldupost til vif@vif.fo Í seinasta  lagi  hósdagin 5. oktober 2023. Minnist til at upplýsa talið av leikarum og venjarum. Um spurningar eru kann ringjast til Bjørg Patursson tlf. 219099 ella Eyð Hansen tlf. 216004.  Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er kr. 200,- Við í prísinum er m.a. Ein lekkur Night Cup blusa, toast, frukt og vatn, sum leikararnir fáa meðan kappingin er.   Møguleiki verður eisini at keypa døgurða bæði á middegi og um kvøldið. Harumframt verður  kaffisøla við ymiskum góðum afturvið.  Luttøkugjaldið skal rindast, við at flyta eina upphædd fyri hvørt liðið á kontonr. 6460 – 154.208.9 ella gjaldast av venjara í høllini, áðrenn kappingin byrjar. Gjaldast kann við  gjaldskorti.   Leikarar og venjarar mugu sjálvi skipa fyri flutningi til og frá Vestmanna. 

Minnist til at eggja leikarum tykkara at luttaka í Intersport Night Cup – Tílík tiltøk skapa vinarbond tvørturum  feløg, og ikki minst skapa tey samanhald millum spælararnar á liðnum, sum er ein fyritreyt fyri góðum  hondbóltsspæli og góðum úrslitum.

H71 og VÍF úti úr Europa

21. oktober 2024

Hóast góð avrik, so eru mansliðini hjá H71 og VÍF úti úr European Cup. VÍF stóð seg serliga væl í seinna heimadystinum móti Handball Westwien, har teir vunnu 34-30 í seinna dystinum í Vestmanna.

Kvinnulandsliðið saman

15. oktober 2024

Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel.

Væleydnaður málverjadagur

14. oktober 2024

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

Ein loysn frá Sendistovuni