Neistin víðari og H71 úti

Bæði H71-kvinnur og Neistakvinnur vunnu annan European Cup dyst í vikuskiftinum. Hjá H71 var hetta tó ikki nokk, tá tær taptu stórt í fyrra dystinum, meðan Neistin vann eftir brotskast kapping.

Tað gjørdist serstakliga spennandi hjá Neistanum í Garliava í Litava. Neistin tapti fyrra dystin 28-25, men vunnu seinna dystin 23-20. Sostatt skuldi brotskastkapping til, og her vann Neistin 2-1 og sostatt 50-49 tilsamans.

Hjá H71-kvinunnum gekk verri í fyrra dystinum móti Handball Erice av Sisilia í Italia. H71 taptu greitt 27-17 og var tað sostatt mestum avgjørt undan seinna dystinum. H71 góvu tó ongantíð upp og spældu væl betri í seinna dystinum, sum tær vunnu 35-32. Hetta var tó ikki nokk, og taptu tær sostatt 59-52 tilsamans.

Næsta umfar í European Cup verður leikt í november í viku 45 og 46.

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni