Janus avloysir Leiv

Ein útskifting er í manslandsliðshópinum, sum skal møta Kosovo og Ukraina í komandi viku. Janus Dam Djurhuus er kallaður inn fyri Leiv Mortensen, sum er vorðin skaddur.

Janus hevur tveir a-landsdystir á baki. Hann var við í HM-undankappingardystunum móti Norðurmakedonia í vár. Føroyski hópurin telur sostatt hesar 18 leikarar.

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Aleksandar Lacok, Lugi Handboll (SWE)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)
Kjartan Johansen, Lemvig-Thyborøn (DEN)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)
Bjarni í Selvindi, Valur (ISL)

Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Janus Dam Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)

Føroyar møta Kosovo á heimavølli í Høllini á Hálsi mikudagin kl. 19.00, og Ukraina á útivølli í Vilnius í Litava næsta sunnudag kl. 13.00. Kringvarpið sendir báðar dystirnar.

Sannførandi sigur á Eysturríki

24. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu tenn og góða breidd í seinna vinardystinum móti Eysturríki. Okkara vístu seg sera ágrýtnar og málsóknar og vunnu sannførandi 32-27, eftir at Føroyar vóru á odda 13-12 í hálvleikinum.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

Ein loysn frá Sendistovuni