Nú fáast atgongumerkjapakkar til EM-dystirnar hjá Føroyum til keyps.
Atlantic Airways fer at flúgva beinleiðis til Basel og fara flogferðaseðlar at koma til sølu í næstum. Fyri at sita saman við føroyingunum, skulu tit keypa ígjøgnum hesa leinkjuna og síðani skriva koduna EURO-FAR í ávísta teigin. Hareftir kunnu tit klikkja á tey sitiplássini, sum tit ynskja at keypa. Talan er um eitt avmarkað tal av atgongumerkjum, sum eru tillutaði Føroyum.
WOMEN’S EHF EURO 2024 (ticketcorner.ch)
Børn 0-4 ár sleppa gratis inn, men fáa ikki eitt setur og mugu tískil sita í fanginum hjá avvarandi.
Talan er um atgongumerki, sum eru til allar tríggjar dystirnar hjá Føroyum í bólkaspælinum, umframt hin dystin í bólkinum á sama dystardegi.
Talan er um atgongumerki í trimum ymiskum flokkum:
A1, flokkur 2 (gult), prísur 215 CHF + avgreiðslugjald
A1, flokkur 3 (blátt), prísur 160 CHF + avgreiðslugjald
A1, flokkur 4 (vínreytt), prísur 105 CHF + avgreiðslugjald