Kimiligari hondbóltsspælarar

Ein spennandi og lærurík European Open kapping í Gøteborg er liðug, har U16 genturnar endaðu á einum 16. plássi. Kappingin var í døgunum frá 2. til 6. juli 2018.

Føroyska liðið spældi tilsamans átta dystir, harav liðið stóð seg væl ímóti Hollandi, Georgia, Norra, Svøríki og Litava. Liðið tapti greitt ímóti Ungarn, sum annars vann kappingina. Og liðið kláraði seg minni væl ímóti Italia og Finnlandi, sum vóru tann 7. og 8. dysturin upp á fimm dagar.

Møðin gjørdi sjónliga um seg, tí orkan var ikki til at spæla hesa dystir. Her skal havast í huga, at føroyska liðið vardi 3-2-1 allar dystirnar, og tað krevur eitt sindur meira enn vanlig defensiv verja. Í millumspælinum gav føroyska liðið Norra og Svøríki ein skarpan gang, tí føroyska liðið tapti bara við fýra málum ímóti Norra og tveimum málum ímóti Svøríki.

Ýta av nýggjum
Hetta var fyrstu ferð, at U16 gentuliðið tók lut í altjóða kapping, og tí kunnu vit siga, at liðið var við fyri at læra. Og skulu vit læra av hinum londunum, so má føroyskur hondbóltur helst ýta av nýggjum.

Vit, sum hava vant føroyska U16 gentuliðið, halda, at vit í Føroyum mugu leggja okkum meira eftir venjing, har vit menna tekniska støðið hjá teimum yngru, so at spælararnir hvør sær hava fleiri amboð í ryggsekkinum. Tað hevur somuleiðis týdning, at vit menna spælarar, sum duga at velja frægastu loysnina, tá teir koma í tvístøður á vøllinum. Vit mugu menna spælarar, ið hava ein leysan arm og eitt natúrligt sveiggj í kroppinum, tá bólturin verður sendur avstað. Og harafturat má spælarin vera lættur á fótum. Hæddin hevur ikki so stóran týdning, tí væl skúlaða ungarska liðið smurdi rumensku kempurnar av.

Føroysku spælararnir eru ídnir og raskir, men londini framman fyri okkum hava spælarar, sum eru meira skúlaðir á ymisku plássunum. Leikferðin er høg, og spælararnir duga væl press-spæl, har søkt verður at millumrúmunum í verjuni. Í verjupartinum duga útlendsku liðini, sum eru framman fyri okkum, serstakliga væl at flyta seg og brúka beinini at verja við.

Meira fimleik
Tað er ein góður spurningur, hvussu vit í Føroyum á frægastu hátt klekja okkara ungu hondbóltsspælarar, so at vit menna okkum enn meira. Men ein gongd leið er avgjørt, at vit venja munandi meira agility, so at vit fáa kvikari og kimiligari spælarar.

Sjálvandi skulu vit eisini hava styrkjandi venjingar í fyrstu ungdómsárunum, men fimi og smidleiki mugu ikki svíða fyri styrkini, tí ein hondbóltsspælari hevur tørv á báðum. Ein kimiligur hondbóltsspælari kann altíð styrkja sær kroppin. Ein sterkur hondbóltsspælari hevur tað hinvegin nógv truplari við at fáa ein kimiligan kropp.

Dia Midjord, venjari

Atgongumerki til Faxe Kondi finalurnar Við Tjarnir fáast nú til keyps

9. februar 2026

Møguleiki er at keypa fimm ymisk atgongumerki. Til fríggjakvøld, leygardag barnafinalur, leygardag kvinnur og menn, og sunnudag. Eisini ber til at keypa eitt vikuskiftispass fyri serprís.

Frótt er høvur á fullum maga

9. februar 2026

Fyritøkan Mál og Hondbóltssamband Føroya hava skrivað undir stuðulsavtalu fyri tey næstu tvey árini. Mál er við hesum millum annað at síggja á brókunum sum landsliðsleikararnir spæla dystir í. Fyritøkan framleiðir m.a. matpakkar og koyrir teir út á skúlar, og er matveitari til fleiri av tiltøkunum sum Hondbóltssambandi Føroya skipar.

Ítróttafagnaður 2025

9. februar 2026

Hjartaliga til lukku tit øll! Vit eru so errin av tykkum øllum. Takk fyri tykkara áhaldni og ótroyttuligu orku til hondbóltin.

Ein loysn frá Sendistovuni