KVF vísir Ísland – Føroyar

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið eru í hásæti hesa vikuna og skal manslandsliðið spæla tveir fyrireikingardystir móti Íslandi í Reykjavík. Kringvarpið vísir dystirnar, ávikavist á netinum fríggjadagin og í sjónvarpinum leygardagin.

Landsliðið hevur vant saman hesa vikuna og ferðast til Íslands fríggjadagin, har fyrri dysturin móti Íslandi verður fríggjadagin kl. 19.30. Seinni dysturin verður leygardagin kl. 17.30. Báðir dystirnir verða í Laugardalshøllini í Reykjavík. Kringvarpið stroymir dystin fríggjdagin á heimasíðu teirra, meðan dysturin leygardagin verður vístur í sjónvarpinum.

Talan verður um sera sterka mótstøðu. Ísland fyrireikar seg eisini til EM og møta teir við sterkastu manning.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni