Nýggj landsliðsklæðir

Nýggju landsliðsklæðini hjá HSF fyri 2024 og 2025 koma nú til sølu. A-landsliðið við monnum fer at spæla í nýggju klæðunum til EM endaspælið í Týsklandi í januar.

Tað snýr seg um eina hvítu heimavallarblusu, eina bláa útivallarblusa og shorts til vaksin og børn, bæði í damu- og harrasniði.

Tann hvíta blusan kemur í handlarnar hjá Sport24 í SMS í Havn og í Saltangará, umframt hjá Skálki í Klaksvík tíðliga í desember, og í seinasta lagi mánadagin 4. desember.

Bláa útivallarblusan og shortsini koma í handlarnar, vantandi áðrenn jól, og í seinasta lagi fyrst í januar.

Longu nú kann hvíta heimavallarblusan keypast á skalkur.fo, og ein av næstu døgunum kemur bláa útivallarblusan og shortsini eisini til sølu á skalkur.fo. Leveringin verður tá klæðini eru í Føroyum í desember.

Prísirnir eru hesir

  • Hvíta og bláa blusan til vaksin            kr. 499,95
  • Hvíta og bláa blusan til børn              kr. 399,95
  • Bláu shortsini til vaksin og børn         kr. 299,95

Tá keypt verður á skalkur.fo kann kundin velja at avheinta klæðini í handlunum hjá Sport24 ella at fáa vøruna til hurðina. Móti einum gjaldi á kr. 40,- ber somuleiðis til at fáa blusuna leveraða til dyrnar í Danmark.”

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Faxe Kondi kappingin byrjar í dag

6. oktober 2026

Fyrsti dysturin í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verður leiktur í kvøld kl. 20.30 í Hoyvíkshøllini, har H71 2 møta Neistanum 2. Dysturin kann eisini stroymast á Portal Play.

Ein loysn frá Sendistovuni