VÍF trekti italskt lið

Lutakast hevur verið til triðja umfar í European Cup hjá monnum í morgun. VÍF trekti italska liðið SSV Brixen úr norðuritalska býnum Brixen.

Italska liðið liggur nummar trý í italsku kappingini í løtuni og vunnu teir greitt í øðrum umfari í European Cup á HC Azeryol úr Aserbajan, 43-22 og 37-19.

Dystirnir millum VÍF og SSV Brixen skulu avgreiðast í viku 47 og/ella 48.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Faxe Kondi kappingin byrjar í dag

6. oktober 2026

Fyrsti dysturin í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum verður leiktur í kvøld kl. 20.30 í Hoyvíkshøllini, har H71 2 møta Neistanum 2. Dysturin kann eisini stroymast á Portal Play.

Ein loysn frá Sendistovuni