Føroyski leisturin

Læruætlan eftir Birgiri Hansen og Dia Midjord


Um føroyska leistin

Í føroyska leistinum fæst vitan um kroppin, skipanir í kroppinum, kostin og skaðar. Góð ráð verða givin til barna- og ungdómsvenjingar, og vegleitt verður um tekniska-, taktiska-, sosiala/sálarliga- og kropsliga partin. Seinast í læruætlanini er ein samandráttur fyri hvønn aldursbólk, har ein sær fokusøkini at venja, og hvørji krøv eru til ymisku partarnar í hondbóltsspælinum.

HSF hevur ásett, at spælararnir á føroysku landsliðunum skulu vera skjótir og flyta seg væl í bæði verju og álopi. Sum heild skal verjuspælið vera álopskent, og álopsspælið ágangandi. Landsliðini skulu spæla við nógvari ferð við áherðslu á evnunum hjá tí einstaka.

Tá greitt er, at hetta verður spælistílurin hjá A-landsliðunum, er samstundis greitt, hvørjar serligar førleikar spælarar skulu hava, sum leisturin ynskir at klekja. Samstundis er vert at hava í huga, at fyrstu barnaárini í hondbólti eigur servenjing ikki at koma fyri, men tá vit koma til úrvalsvenjingar, skal arbeiðast meira við hesum førleikum.

At “spælarar skulu vera skjótir og flyta seg væl” hevur við sær, at spælarar á yngri árum skulu venja nógva koordinatión, sum eru evnini hjá kroppinum at samskipa rørslur. Hetta skal gerast til hvørja einastu venjing, og mælt verður til, at henda venjing er ein partur í upphitingini og eitt nú saman við skotvenjing, t.v.s. at spælarar renna/dribla framvið keylum í mynstri, kvika sær ígjøgnum ein stiga á gólvinum ella traðka á lágar beinkir á gólvinum, áðrenn teir skjóta.

At “verjuspælið skal vera álopskent, og álopsspælið ágangandi” hevur við sær, at spælarar á yngri árum skulu venja offensiva verju. Tað er íbygt hjá børnum at fanga bóltin, og tað eru hesar førleikar, vit ynskja at menna so skjótt sum gjørligt. Við hesum førleikum fær spælarin skjótari sjálvsálit og treysti at royna seg, og hesar førleikar hevur spælarin brúk fyri, tá liðið vinnur bóltin.

Tað ber næstan til at staðfesta, at eitt barn, sum dugir at verja offensivt, tekur skjótt við læru at verja defensivt, tí barnið í verjupartinum frammi á vøllinum lærir at brúka beinini og kroppin. Tað øvuta er ikki í sama mun galdandi. Eitt barn, sum lærir defensiva verju, hevur seinni trupult við at koma fram á vøllin at verja, tí barnið hevur ikki í sama mun verið noytt at brúka beinini og kroppin til verjupartin.

Harafturat er tað givið, at tá spælarin gerst eldri, er tað eitt ófrávíkiligt krav, at spælarin orkar væl, tí annars megnar liðið ikki at verja frammi á vøllinum.

At “spælast skal við nógvari ferð við áherðslu á evnunum hjá tí einstaka” hevur við sær, at spælarar á ungum árum skulu venja nógva tekniska venjing. Teknisku evnini hjá spælarunum avgera ferðina á spælinum.

Harafturat hevur tað týdning, um “spælast skal við áherðslu á evnini hjá tí einstaka”, at spælarin frá ungum árum lærir at taka egnar avgerðir á vøllinum. Venjarin skal vegleiða og stuðla, men spælarin skal sjálvur gera av, hvørja loysn hann heldur vera frægast í givnu støðuni. Tess fleiri spælarar eru, ið velja frægastu loysnina í givnu støðuni, tess sterkari verður liðið.


Greið og skipað tilgongd
Tað er sera týdningarmikið og avgerandi, um tilgongdin skal eydnast, at greitt skilnaðarbýtið er ímillum landsliðini og landsliðsarbeiðið øðrumegin, og venjingarnar hjá ungdómsaldursbólkunum hinumegin.

Landsliðini og landsliðsarbeiðið leggur dent á úrslit og at menna liðini. Venjingarnar hjá ungdómsaldursbólkunum leggja minni dent á úrslitið, men heldur størri dent á at menna tann einstaka.

Sagt við øðrum orðum, tá ungdómsspælari kemur at venja við HSF, er meira fokus á, at spælarin er miðdepil í egnari menning. Tá spælarin kemur á eitt av landsliðunum hjá HSF, er meira fokus á, at liðið er miðdepil í tilgongdini, at tann einstaki spælarin mennist.

Henda læruætlan er ætlað til feløg, venjarar og spælarar í føroysku hondbóltsfamiljuni, so at barna- og ungdómsspælarar í stóran mun verða skúlaðir eftir sama leisti, sum hevur grundarlag í spælistílinum hjá kvinnu- og manslandsliðnum. Her er vert at nevna, at leisturin eisini leggur upp til, at mennast skulu úrmælingar, tí ofta gera hesir mun og avgera dystir.

Føroyski leisturin er fyrsta stig at samla hondbóltsfamiljuna og fáa feløgini at arbeiða miðvíst við sama endamáli at klekja góðar A-landsliðspælarar. Skulu vit klekja úrmælingar, er tað eitt ófrávíkiligt krav, at skipanin eisini klekir dugnaligar venjarar.

Næsta stig er at skriva eina frágreiðing, har tað greitt framgongur, hvussu tilgongdin er og hvørjar ítøkiligar mannagongdir eru galdandi í sambandi við úrvalsvenjingar, ungdóms- og landsliðsarbeiðið.

Ein loysn frá Sendistovuni