Upphiting

Upphiting skal takast í størsta álvara, tí her verður grundarsteinurin til tann góða ítróttaíðkaran lagdur, men her er eisini besti møguleikin at byrja venjingina við nógvum spæli, sum ger tað stuttligt og motiverandi at venja.

Hjá nógvum hondbóltsspælarum er upphiting bara nakað, ið skal fáast frá hondini skjótast gjørligt, og vit síggja mangan spælarar byrja venjingina við hørðum skotum ímóti málinum – hetta er óivað orsøkin til, at fleiri hondbóltsspælarar seinni í lívinum dragast við pínu og skaðum í akslunum.

Venjararnir mugu greiða teimum smæstu spælaranum frá, hvussu týdningarmikil upphitingin er, tí soleiðis kunnu vit sleppa undan einum ótali av skaðum. Spælararnir fáa góðar vanar, fyrireika kroppin kropsliga og sálarliga til venjing og dyst, men samstundis hava tað stuttligt.

Um vit samanbera eitt barn við ein vaksnan persón, sæst ein stórur likamligur og sálarligur munur. Tað er tí greitt, at eitt barn og ein vaksin persónur ikki kunnu venja á sama hátt. Til tess eru fortreytirnar alt ov ymiskar.

Likamligu og sálarligu krøvini í venjingini mugu hóska til menningarstøðið, barnið er á. Fyri at venjarin skal duga at skipa fyri venjing, sum hóskar til hansara aldursbólk, er alneyðugt at hann veit, hvussu heilin og nervalagið hjá børnum búnast.

Heilin er týdningarmesta gøgnið hjá einum hondbóltsspælara. Eisini má hann vita, hvussu lunguni, hjartað og blóðrenslið mennast. Somuleiðis skal hann hava kunnleika um, hvussu beinagrind, sinur, liðbond og vøddar vaksa.

Tað er neyðugt hjá venjaranum at vita, hvat er vanligt, at børn í ymsu aldursbólkunum megna. Tá er hann betri førur fyri at skilja spælarar sínar og at skipa teimum eina hóskandi venjing.

Børnini læra við at spæla, men tey skulu ikki spæla so nógv, at tey ikki læra.

Lyklaorð í barnavenjing eru tí spæl, gleði, trivnaður og hugni, men eisini álvari.

Hjá børnum 12 ár og eldri er neyðugt at hava eina skipaða upphiting, sum inniheldur tríggjar partar – ein kropsligan, ein sálarligan og ein uppalandi part.

Ein loysn frá Sendistovuni