Taktikkur

Lat okkum beinanvegin gera greitt, at tað er tætt samband ímillum tekniskar og taktiskar førleikar í hondbólti. Spælarin venur tekniskar førleikar og roynir teir í dysti. Og taktiska venjingin í dystinum stimbrar hugin hjá tí einstaka at menna teknisku førleikarnar.

Í stuttum ber til at lýsa tað soleiðis, at taktikkur er tað, sum spælarin velur at gera, og teknikkur er, hvussu hann fremur tað. Taktikkur er tað eisini, tá tveir ella fleiri spælarar fremja eina atsókn saman í álopi ella verju, tí teir hava eina felags fatan av spælstøðuni. Sostatt síggjast taktisku evnini hjá tí einstaka í mun til við- og mótspælarar. Hvussu megnar spælarin at velja frægastu loysnina, og hvussu eru felags taktisku førleikarnir hjá liðnum?.

Taktisk venjing kann býtast sundur í støður, sum eru avtalaðar frammanundan, og støður, sum henda í dystinum. Støðurnar, ið eru avtalaðar frammanundan, eru mannagongdir hjá liðnum sum heild, men eisini serligar mannagongdir til ávísan dyst. Støður, sum taka seg upp í dysti, eru tengdar at evnunum hjá tí einstaka at velja frægastu loysnina í givnu støðuni.

Í hondbólti ber ikki til at siga frammanundan, hvussu ein givin støða verður loyst. Sjálvt spælið er á tremur við metingarstøðum á tekniska og taktiska økinum. Ein vanlig støða er, at spælari skal meta, um hann skal skjóta, bróta ígjøgnum ella kasta til ein viðspælara. Velur spælarin at bróta ígjøgnum, so skal hann gera av, hvørja fintu hann ætlar at brúka. Verjuspælarin skal meta, um hann skal fram á vøllin at takla, verja har afturi og royna at byrgja fyri skoti ella kanska royna at bóltfanga.

Tá spælið er skipað soleiðis ber til at siga, at hondbóltsspælið krevur, at einstaki spælarin má hava nógvar og fjølbroyttar førleikar á bæði tekniska- og taktiska økinum. Spælari við hópin av førleikum, hevur fleiri amboð at brúka, tá ein givin uppgáva/støða skal loysast.

Føroyski leisturin leggur upp til, at taktiska venjingin í barna- og fyrstu ungdómsárunum í stóran mun er rættað ímóti støðum, sum henda í dystinum, t.s.v. at roynt verður at menna evnini hjá tí einstaka at velja frægastu loysnina í givnari álops- ella verjustøðu.

Í seinnu ungdómsárinunum verður mælt til at gera meira við avtalaðar støður/atsóknir. Eitt nú meginreglur um hvussu liðið spælir, og hvussu ein ávísur dystur skal spælast.

Ein loysn frá Sendistovuni