Tá vit tosa um tekniska støðið ella hegnið hjá tí einstaka í hondbólti, snýr tað seg um, hvussu spælarin loysir eina givna rørsluuppgávu, eitt nú at lofta einum bólti. Henda uppgávan kann loysast á ymsar mátar, og endamálið við tekniskari venjing er at finna fram til frægast hóskandi og munadyggu loysn til kravdu rørsluna.
Góð evni at samskipa vøddarnar í kroppinum eru ein fortreyt, skal ein spælari ella eitt barn læra at megna ymiskar teknikkir. Serligur teknikkur kann mennast, um barnið framman undan megnar ymisk og fjølbroytt rørslumynstur.
Rørsluligi gullaldurin hjá børnum er ímillum 8 og 12 ár, og tá eru sera góðar fortreytir at læra nýggjar rørslur. Vit eiga tí at gagnnýta tíðarskeiðið við at hava serliga nógv fokus á fjølbroytta tekniska venjing.
Frá 12 ára aldri byrjar ein meira skipað venjing, sum samsvarar rørslum í hondbólti. Boðskapurin í læruætlanini er, at venjast skulu tey røttu tingini, røttu tíðspunktini, í rættari raðfylgju og í rættari nøgd.
Teknikkur og teknisk venjing verða stundum blandað saman við taktikk og taktiska venjing. Taktiska fatanin hjá tí einstaka umfatar evnini hjá spælara at meta um, hvat skal gerast í givnu støðuni. Til ber at siga, at taktikkur er ein spurningur um, hvat tú velur at gera, og teknikkur er, hvussu tú gert tað.