Skjótálop byrjar, tá verjuliðið vinnur ella fær bóltin. Liðið kann spæla skjótt fram eftir vøllinum og harvið koma til eina skotroynd, áðrenn mótstøðuliðið er komið í eina nøktandi verjustøðu.
Skjótt spæl og at kvika sær fram eftir vøllinum er ein av dygdunum, sum føroyskur landsliðsspælari skal megna. Lið, sum duga væl henda partin, kunnu lættliga avgera dystin til egnan fyrimun.
Skjótálop eigur tí at verða ein partur í barnavenjingini. Børn dáma væl nógva ferð, har tey skulu renna skjótt og brúka orku, samstundis sum tey hava nógvar bóltnertingar og sleppa at skjóta.
Tá venjarin leggur hesar venjingar til rættis, er umráðandi at minnast til, at venjingarnar skulu hóska til tað, ávísi aldursbólkurin megnar. Byrja við løttum venjingum, har spælarin driblar einsamallur ímóti málinum og skjýtur. Næsta stig kann vera, at tvey og tvey kasta saman fram eftir vøllinum og annar teirra skjýtur.
So hvørt sum spælararnir fáa royndir, eru treytirnar fleiri, og venjingarnar verða samansettar við fleiri spælarum í gongd samstundis. Hetta hevur við sær, at spælarin kemur í nógvar metingarstøður, har hann skal gera av, um hann skal kasta til viðspælara, dribla fyri at vinna tíð ella royna einsamallur. Venjarin eigur at vegleiða, tá brúk er fyri tí, og annars rósa.
Í ungdómsvenjingini skal skjótálop hava høga raðfesting, og verður hesin partur lagdur væl til rættis, kann hetta eisini stimbra aðrar partar í spælinum. Verður vant at kasta og lofta við nógvari ferð, har verjuspælari roynir at forða, eru høg krøv til dygdina at kasta og lofta. Samstundis kemur spælarin í nógvar støður, har hann skal síggja møguleikar og taka avgerðir – hesar royndir gagna hondbóltsforstáilsinum sum heild. Venjingin betrar eisini renniorkuna.
Tað er altíð ein meting, hvat úrtøkan er í mun til váðan, tá liðið í dysti fer í skjótt álop. Tá møguleikin er har, skal ein skjót avgerð takast, og tá kann eitt mistak henda. Venjari og spælarar mugu taka hædd fyri hesum váða.
Skjótálop verður vanliga skipað í fýra eindir ella sonevndar bylgjur:
1. bylgja, har ein ella fáir spælarar renna skjótt fram og við fáum avleveringum skapa sær eina skotroynd. Eitt nú langt útkast frá málverja ella útispælara beinleiðis til vong ella striku.
2. bylgja, har nakrir spælarar bera bóltin fram eftir avtalaðum leisti og skapa sær eina skotroynd, áðrenn mótstøðuliðið er komið í nøktandi verjustøðu. Avtalaði leisturin er oftast, hvør førir bóltin fram, og hvussu spælarar skipa seg vøllinum. Avtalað verður eisini, hvussu spælarar flyta seg, hvussu fjarstøðan skal vera, og hvussu skjótt tað skal ganga.
3. bylgja, har álopsliðið áhaldandi søkir at verjuni, fyri at troyta allar møguleikar, áðrenn mótstøðuliðið er komið í eina skipaða verjustøðu.
4. bylgja, har málverjin skjótast gjørligt kastar bóltin á miðjuna, tá mótparturin hevur fingið mál. Har stendur spælari til reiðar at byrja, tá dómarin bríkslar. Eisini her roynir álopsliðið at vinna sær ein fyrimun, áðrenn mótstøðuliðið kemur í eina nøktandi verjustøðu.