Skiftini í hondbóltsspælinum

Nógv øki skulu venjast, um spælarin skal mennast mest møguligt. Týdningarmikið er, at børn upp til 12 ára aldur í høvuðsheitum venja tekniska venjing, men av tí at tey longu í aldursbólkinum U10 spæla á heilum vølli, eigur venjarin at læra spælararnar um áhaldandi skiftini í hondbóltsspælinum, frá álop til verju og frá verju til álop.

Grundleggjandi spælifatanin hjá barninum skal mennast og venjast í hesum aldri, so at barnið lærir at síggja og skilja møguleikarnar í spælinum.

Eftir fyrru tannárini økist kropsligi munurin á gentum og dreingjum, og spælistílurin broytist samsvarandi. Dreingirnir kunnu hoppa hægri, skjóta harðari, renna skjótari og fremja orkumiklar rørslur – í mun til genturnar gevur hetta dreingjunum ein fyrimun at menna tekniskar førleikar.

Hesar kropsligu broytingar kunnu eisini hava ávirkan á, hvussu liðið spælir, tí venjarin hevur fleiri taktiskar møguleikar. Í høvuðsheitum kann hondbóltsspælið býtast sundur í fýra partar, sum skiftishjólið eisini vísir.

Til hvønn partin ber til at seta hesar spurningar:

Hvat er umráðandi í hesum partinum? Hvat ella hvussu skal spælast í hesum partinum? Hvat skal venjast, og hvussu skal tað venjast?

Ein loysn frá Sendistovuni