Kasta og lofta

Tað týdningarmesta ella sjálvur grundarsteinurin í hondbólti er førleikin hjá spælara at lofta og kasta. Tí skal spælari duga at kasta og lofta á ymiskan hátt og í ymiskum støðum; stillur, í rørslu, í lopi, tá verjan órógvar og tá spælari er í ójavnvág. Í ymiskum fráleika skal spælari somuleiðis megna at kasta bóltin við rættari ferð og kós til viðspælara.

Bólturin verður vanliga loftaður við báðum hondum, formaðar sum ein skál, har tumlarnir peika móti hvørøðrum og eru botnurin í skálini. Bólturin verður møttur við lógvunum, og samstundis sum fingarnir taka um bóltin, fjara armarnir ímóti bringuni. Ofta sæst at tey smáu børnini eru bangin fyri at lofta og aftra seg undan bóltinum, tí tey óttast at fáa ilt. Men tað finnast bleytir bóltar í ymiskum støddum, so venjarar kunnu læra øll børn at lofta og kasta.

Megnar spælari tann grundleggjandi kastiteknikkin, hevur spælari allar fortreytir seinni at læra teir meira torføru førleikarnar, tá hann skal kasta ella skjóta á serligan hátt.

Grundkastið kann lýsast á henda hátt:

● Tá spælari loftar bólti, fer armurin stytsta veg upp í høga armlegu, og kroppurin vríggjar – yvirarmur í akslahædd og albogaliður í vinkul, sum í minsta lagi er 90 stig.

● Kastar spælari við høgra armi, er vinstri fótur fremstur, og vektin verður flutt á vinstra bein, tá kastað verður.

● Fleiri børn kasta kortini við høgra fóti fremst, tað vit nevna eitt rennikast. Orsøkin til hetta er í flestu førum, at rørsluførleikin ikki er nóg væl mentur, og tí má hetta støðugt venjast.

● Vit síggja eisini spælarar, sum kasta við alboganum tætt inn at síðuni. Eingin megi er í hesum kasti, tað er óneyvt og kann elva til skaða í økslini. Hevur spælari fingið henda óvana, tekur tað drúgva tíð at rætta, so avgerandi er, at spælarin beinanvegin lærir rætta førleikan at kasta.

● Rennikast ella renniskot er annars vanligt at brúka í hondbólti, men mest ímillum eldru ungdómsspælarar og tey vaksnu, tí hetta krevur nógva venjing at læra.

● Tá børnini læra grundkastið, legg fyrst dent á, at tey hava rætta fót- og armstøðu. Lær tey síðani at taka trý fet, áðrenn tey kasta. At byrja við kunnu tey standa yvir av hvør øðrum, men so skjótt tey duga at kasta rímiliga væl, skulu tey læra at kasta og lofta til síðuna, so tað líkist dystarstøðum.

● Barnið skal læra at vríggja kroppin, tá tað kastar. Fá barnið at vríggja kroppin fyri hvørt av teimum trimum fetunum, so gerst vríggjanin ein natúrlig rørsla.

● Ein góður máti at læra børnini rættan kastiteknikk er at lata tey kasta við einum bólti, sum tey megna at halda um. Nógvar óhóskandi rørslur eru, tá kastað verður við ov stórum bólti í mun til kroppstødd, tí barnið brúkar kroppin fyri at fáa tamarhald á bóltinum, og tá ber ikki til at kasta rætt.

● Tá børn spæla dyst, eru ásettar treytir um bóltastødd fyri ymsu aldursbólkarnar, men í sambandi við venjing eiga børn at sleppa at venja við hóskandi bólti, og so mugu treytirnar um bóltstøddir koma í aðru røð. Ein hóskandi bóltastødd fyribyrgir eisini akslaskaða.

● Børn skulu eisini læra at hoppa og kasta. Umráðandi er, skal spælari koma høgt upp, at hann boyggir beinið og spennir í, áðrenn lopið verður. Tí tað er trupult at hoppa høgt við nærum strektum beini. Manglandi rørsluførleiki ávirkar hoppið og skotið.

Tá talan er um skotvenjing, sæst ofta, at børnini standa í eini røð og bíða. Tá teirra túrur er, dribla tey inn ímóti málinum og skjóta.

Vil venjarin hava, at spælarin í dysti skal dribla, áðrenn hann skjýtur, so er hetta rætti venjingarhátturin. Ynskir venjarin ístaðin, at spælarin skal læra at skjóta aftaná, at hann hevur móttikið bóltin frá viðspælara, so má venjarin nýta henda venjingarháttin.

Hesin fyrri mátin at venja eftir nevnist formlig venjing, har framferðarhátturin er givin, men hevur ikki grundarlag í rørslum og flytingum, sum hondbóltsspælið krevur. Hetta er kortini ein hentur máti at læra ymsu smálutirnar í einari heild.

Seinni mátin at venja eftir nevnist funktionel venjing. Hetta er venjing, har framferðarhátturin er líkur teimum rørslum og flytingum, sum hondbóltsspælið krevur.

Venjari eigur at kenna munin á hesum báðum venjingarhættum

Ein loysn frá Sendistovuni