Plássásett venjing

Verður hugt at teknisku pyramiduni sæst, at plássásett venjing er ovast. Hetta er ikki av tilvild, tí flest øll tilmælir vísa á, at økini, sum eru undir, skulu fyrst venjast væl og virðiliga, áðrenn farið verður undir servenjing, sum plássásett venjing í veruleikanum er.

Hóast nógv hava vant út frá eini vitan um, at grundarlagið má vera sterkt, áðrenn servenjingin kemur aftrat, er tað ikki fyrr enn lutfalsliga nýliga, at hetta bleiv sett í eina skipan. Tað var við sonevndu ”Long term athlete development”, sum er hugtakið at langtíðarmenna íðkara. Har verður menningin býtt í nøkur stig, sum byrja við spæli, men har venjingin so við og við inniheldur servenjingar. Tað er tó ikki fyrr enn seinast í ungdómsárunum, har meira enn helvtin av venjingini er servenjing av ymsum slag.

Tað vísir seg, at greiður samanhangur er ímillum servenjing, úrslit, skaðar og fráfall. Slík venjing á ungum aldri gevur góð úrslit eftir stuttari tíð. Við framtíðini í huga er minni at heinta í mun til úrslit, harumframt eru fleiri skaðar og størri fráfall. Ein breið grundvenjing gevur minni góð úrslit eftir stuttari tíð, men minkar um sannlíkindini, at spælarar gevast tíðliga. Breiða grundvenjingin minkar somuleiðis um sannlíkindini, at spælarar fáa skaðar, men økir møguleikan, at spælarar fáa góð úrslit seinni.

Sum áður nevnt, skulu yngstu børnini royna seg á øllum plássum, eisini í málinum, áðrenn tey verða knýtt at einum ávísum plássi, tí eingin veit, hvussu menningin hjá tí einstaka spælaranum verður seinni.

Í hondbólti er ein málverji og seks spælarar á vøllinum í senn. Felags fyri allar álopsspælarar er, at teir skulu duga væl at skjóta mál. Somuleiðis duga væl at skapa pláss fyri sær sjálvum og viðspælarum. Duga væl at uppfata og gagnnýta veikleikar í verjuni, og ikki minst duga fleiri skothættir.

Harafturat verður ásett, at bakspælarar ofta eru sterkir, ágangandi og duga væl at bróta ígjøgnum. Spælskiparin hevur ofta gott skil fyri spælinum eisini. Vengurnir eru kvikir, fimir og tekniskt góðir, tí tað krevja skot úr síðunum. Og strikuspælarin er sterkur, so hann við at forða kann geva viðspælarum pláss, men er eisini fimur, so hann er í javnvág og skjótt kann uppfata spælstøður.

Ein loysn frá Sendistovuni